Ólavur Eysturdal virkandi sóknarprestur

Tann 1. august byrjaði Ólavur Eysturdal sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.

 

Ólavur skal virka í kirkjusóknunum í Hoyvík og í Kaldbak fram til 31. oktober, meðan Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, er í lestrarfarloyvi.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

 

Á folkakirkjan.fo eru eisini fleiri myndir at síggja og har sæst eisini prædikan, sum Ólavur Eysturdal helt í Hoyvíkar kirkju innsetingardagin 9. juli.