Útoyggjaálitið varð handað í apríl og aðalorðaskifti var í tinginum stutt eftir. Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at borgarstjórin í Mykinesi kendi tað sum um, at bæði hennara og aðrar útoyggjar vórðu sviknar av politikarunum.
-Sjálvt aðalorðaskifti var sera lítið gevandi og fleiri av løgtingslimunum grundgóvu hetta við, at teir ikki høvdu nóg góðar stundir at seta seg inn í álitið, tí vóni eg at politikarnir fara at vísa størri áhuga fyri tilmælunum í útoyggjaálitinum enn aðalorðaskitið bar boð um, sigur Olga Biskopstø, sum hevur verið formaður fyri nevndini og samskipa arbeiðið, sum hevur verið gjørt í sambandi við Útoyggjaálitið.
Hennara orð samsvara eisini rættiliga væl við orðini hjá borgarstjóranum í Mykinesi, Katrinu Johannesen.
Stutt tíð fráliðin
Útoyggjaálitið var sum áður handað í apríl mánaði í ár. Sjálv heldur Olga Biskopstø, at so lítil tíð er fráliðin, at tað longu nú er ov tíðliga at siga nakað, um arbeiðið við álitinum hevur givið nakað munagott úrslit. Hon siga seg skilja fólkini í útoyggjunum væl, tá tey kenna tað soleiðis, at politikararnir av svikið tey, men heldur, at vit fyrst og fremst mugu vera tolin, tí enn er málið so mikið nýtt. Hon undirstrikar tó, at hetta ikki merkir, at hon var noygd við tað viðgerð, sum málið fekk í løgtinginum.
Olga vísir eisini á, at okkurt virksemi verður gjørt, sum úoyggjarnar kunnu njóta gott av.
-Vit hava longu nú dømi um, at viðurskifti ið verða nevnd í útoyggjaálitinum eru komin við í politisku avgerðirnar, sigur Olga Biskopstø.
Sum dømi nevnir hon m.a. lógina um postvirksemi, har sama tænastustøðið skal veitast til útoyggjarnar sum á meginøkinum.
Eisini vísir hon á fleiri onnur dømi eitt nú, at jarðarviðurskiftini eru tikin upp til viðgerð, og sjálvandi eisini fegnast hon um, at Gásadalur nú endiliga fær vegasamband við restina av Vágoynni.
Sum heild er tað, sambært Olgu Biskopstø, ymiskt at fegnast um fyri útoyggjarnar. Tá hon verður spurd, um hetta er ov lítið fyri eitt nú Mykines, sigur hon, at vit fyrst fremst mugu hava tol, og vit mugu samstundis mugu ásanna, at bólturin bara er farin á rull.
Neyðugt at halda áfram
Hóast arbeiðið við útoyggjaálitinum er liðugt, so vil Olga fegin viðmerkja, at tað er neyðugt, eftir hennara tykki, at halda áfram við arbeiðinum at menna útoyggjarnar.
-Vit verða noydd at seta okkum høg mál, tí annars spyrst einki burturúr, sigur Olga Biskopstø.
Røddir hava eisini verið frammi um, at álitið ikki er nóg tengt at veruleikanum, og at álitið tekur eina ávísa ideologiska støðu. Til hetta sigur Olga, at álitið er skrivað av fólki á útoyggjunum, sum sjálvi vit best, um hvat er gott fyri oynni hjá teimum.
-Høvðusidelogiin er at vit hava eitt land, sum eitur Føroyar, og her er ætlanin, at fólk skulu búleikast á øllum oyggjunum, sigur Olga Biskopstø og vísir aftur, at álitið hellur nakran politiskan veg.
-Hetta eru stig á rættari leið og eftir er so at vóna at politikararnir taka arbeiði í álvara og skipa ein virknan økispolitik, har viðurskiftini á útoyggjunum nú og framtíðini verða ein nátúrligur partur, soleiðis at vit skjótt síggja ítøkiligar broytingar og framburð, sigur Olga Biskopstø, sum inniliga trýr uppá, at í útouggjum fara fólk at liva bæði væl og leingi.