Óli Breckmann eigur ongan lut í krígspensiónini

Jákup Lindenskov sigur, at Óli Breckmann sigur ósatt, tá hann tekur sær æruna av krígspensiónini

- Tað er ósætt, tá Óli Breckmann í sjónvarpssendingini sunnukvøldið sigur seg hava útvega føroyingum krígspensión. Eg skilji ikki, hvussu ein fólkavaldur, hvørjar ferð tað stundar til val, skal bera fram ósannindi á henda hátt.

Hetta sigur Jákup Lindenskov, fyrrverandi fólkatingsmaður, sum heldur, at Føroya fólk eiga at kenna fulla sannleikan um krígspensiónina, nú henda verður brúkt sum valagn hjá Óla Breckmann.

Maðurin, sum gekk undan fyri at fáa føroyskum fiskimonnum krígspensión var Knút Nolsøe. Uttan hansara stríð og strev var als eingin krígspensión komin sigur Jákup Lindenskov.

Men fyri at fáa hana ígjøgnum í fólkatinginum var neyðugt við nógvum politiskum lobby- og fyrireikingararbeiði. Og tað var nettup hetta arbeiðið, sum Óli Breckmann hvørki hevði hug ella stundir til at taka sær av.

Jákup Lindenskov, sum var fólkatingsmaður um tað mundið, tá skjøtil varð settur á málið, hetta var í 1991, vísir til brævið, ið táverandi sosialmálaráðharrin Else W. Andersen í sambandi við ynski um at fáa føroyingar undir krígspensiónina.

?De færøske fiskere kan ikke generelt henføres under loven. Det ville være i strid med loven. Hvis det skal ændres, er det nødvendigt med en lovændring. Jeg synes ikke, at der er fremkommet noget nyt, der giver grundlag for en sådan ændring, og jeg ville også finde det meget uheldigt med en lovændring, der på dette sene tidspunkt henførte en ny persongruppe under loven. Det håber jeg, du har forståelse for?.

Hetta skrivaði hon til m.a. Óla Breckmann, sum var partur av tí borgarliga meirilutanum.

Jákup Lindenskov sigur, at Óli Breckmann slóð seg til tosa við hetta svarið frá samgongufelaga sínum og gjørdi ikki meira við málið.


Fingu glið á

Tá var tað, at danski javnaðartingmaðurin og Føroyavinurin Hans Jørgen Jensen tók málið upp saman við Jákup Lindenskov og Knút Nolsøe. Á einum fundi í tí vælkenda salinum á Christiansborg, ið verður nevndur ?Samtalerummet? løgdu teir eina ætlan fyri, hvussu komast kundi víðari við málinum.

Hans Jørgen Jensen, sum ikki longur er limur av fólkatinginum, sigur við Sosialin, at hann er ovfarin av at hoyra, at Óli Breckmann enn einaferð skal hava tikið sær æruna av krígspensiónini.

- Tað er fullkomiliga burturvið. Vit, sum arbeiddu vit hesum málinum, minnast væl, hvussu skjótt Óli Breckmann slapp málinum, tí hetta ikki hóvaði hansara donsku samgongufeløgum.

Hans Jørgen Jensen minnist væl til fundin, sum Jákup Lindenskov sipar til varð hildin í ?Samtalerummet?.

- Vit settu okkum fyri at fáa hetta málið ígjøgnum og fóru vit alt fyri eitt til hægstu kanalirnar í javnaðarflokkinum fyri at fáa tær at fáa krígspensiónina við á fíggjarlógina, sum skuldi samtykkjast nakað eftir.

Næstformaðurin í javnaðarflokkinum og fram søgumaður í almanna- og pensiónsmálum Torben Lund varð straks settur uppá uppgávuna.

Torben Lund tók undir við føroyska ynskinum og fekk sínar partamenn til at taka undir við tí eisini.

Í brævi til Mogens Lykketoft skrivar Torben Lund m.a. : ?Selv om tidspunktet måske kan forekomme lidt tilfældigt, er det min opfattelse, at Jacob Lindenskovs ønske bør imødekommes i form af et ændringsforslag til finansloven?. Og í endanum av brævinum skrivar hann: ?Hvis du også er positivt indstillet, vil jeg foreslå, at Hans Jørgen Jensen og Jacob Lindenskov tillægges ansvaret for at føre forhandlinger med andre partier om tilslutningen til ændringsforslaget?.

Úrslitið av hesum arbeiðinum í fólkatinginum gjørdist, at royndirnar hjá Knút Nolsøe at fáa føroyingum krígspensión at enda eydnaðust. Tað eydnaðist danska javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu at fáa við í sítt broytingaruppskot til fíggjarlógina hjá teimum borgarligu.

Jákup Lindenskov: - Og hesum kunnu vit ikki takka Óla Breckmann fyri, hóast hann hevur roynt øll hugsandi kynstur at venda hesum málinum til sín fyrimun. Vit minnast, hvussu hann fekk Kent Kirk, táverandi ráðharra til at skriva brøv í føroyskum bløðum undan vali, har hesin kom við bíløgdu úttalilsunum um, at Óli Breckmann gav føroyingum krígspensiónina. Vónandi kann henda søgan, ið her er søgd, lyfta lokið, so allir føroyingar síggja, hvussu ósannindi verða brúkt til at bera Óla Breckmann aftur í fólkatingið.

Jákup Lindenskov, sum ikki ætlar sær uppí politikk aftur, sigur, at hesi orð hansara tí einki hava við egna politiska valpropagandu at gera, tí hann stillar jú ikki upp. Tey bert avdúka ein veruleika, sum Óli Breckmann roynir at fjala útyvir.