Óli og Rói fara at kappast um Bengt Johanssons Steypið

Frá komandi kappingarári verður meistarasteypið í Svøríki nevnt eftir stórari venjaralegendu

Svenska meistarasteypið verður frá 2024 nevnt Bengt Johanssons Steypið

Tá Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof, og Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby fara at kappast um svenska meistaraheitið í hondbólti komandi kappingarár, so fara liðini at kappast um Bengt Johanssons steypið.

 

Svenska hondbóltssambandið hevur tikið avgerð um at nevna meistarasteypið eftir størsta venjaranum í svensku hondbóltssøguni, Bengt Johansson sum doyði í fjør.

 

Millum 1990 og 2002 vann Bengt Johansson saman við svenska manslandsliðnum tvey HM-gull, fýra EM-gull og trý OL-silvur. 

 

Nevndarformaðurin hjá svenska hondbóltssambandinum, Fredrik Rapp sigur, at tey í nevndini eru samd um at heiðra Bengt Johansson, ið eigur eitt stórt pláss í hjørtunum á øllum hondbóltshugaðum svenskarum. Tey meta, at tað í stóran mun er takkað verið Bengt Johansson, at so mong børn og ung eru farin at spæla hondbólt, og hevur Bengt Johansson givið mongum venjarum og hondbóltsleiðarum íblástur. Bengt Johansson hevur eisini givið íblástur til fólk og leiðarar uttanfyri hondbóltsheimin, sigur Fredrik Rapp. 

 

 

 

 

 

Svenska meistarasteypið verður frá 2024 nevnt Bengt Johanssons Steypið