Myndina av Oliveri Joensen eigur Símun á Høvdanum.

Oliver gleðir seg til jól og ljósari tíðir

- Mítt jólaynski er, at Harrin má verða hjá okkum øllum, og at vit her á jørð fara at duga betur at liva í sátt og semju, sigur Oliver Joensen.

Myndina av Oliveri Joensen eigur Símun á Høvdanum.

Hvar verða jólini hildin í ár?   

- Jólini hjá mær verða hildin her á Rygsvegi 3 í Klaksvík saman við einum parti av stóra abbabarnaflokki okkara.

Tað sigu Oliver Joensen í Klaksvík.

Hvat verður á borðinum jólaaftan?

- Á borðinum verða helst tríggjar dunnur fyltar við tí sum tilhoyrir, waldorfsalát og sjálvandi jólaøl og jólabrús frá Føroya Bjór.

Hann sigur, at tá mongu jólapakkarnir eru pakkaðir upp, verður ein hugnalig løta við rísingreyti. 

- Tá kemur eisini ein stórur hópur av familjuni á vitjan, bæði børn, ung og gomul. Tá plagar eisini at verða sungið, til klokkan er um midnátt, og tað tynnist við fólki so líðandi.

Hevur tú eitt jólaynski?

- Mítt jólaynski er, at Harrin má verða hjá okkum øllum, og at vit her á jørð fara at duga betur at liva í sátt og semju.

Oliver Joensen vísir á, at síðan summarið fór at halla, og veturin varliga tók við, hevur hann í huganum glett seg meira og meira til jólini, nú tað aftur fer at ganga móti ljósari tíðum.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava ein sera stóran andaligan týdning fyri meg og eisini fyri míni, sigur Oliver Joensen.

Myndina av Oliveri Joensen eigur Símun á Høvdanum.