Olivur við Neyst seksti

Í morgin, hósdagin 12. de­semb­er, fyllir Olivur við Neyst, listamaður, í Havn 60 ár.
Olivur er klaksvíkingur, sonur Sybillu, f. Thomsen, úr Klaksvík og Hans við Neyst, ættaður úr Hvalba.
Umframt at Olivur lærdi til radiomekanikara hjá Mar­stein í Klaksvík, er hann eisini útbúgvin á málaraskúlanum á listaakademinum í Keyp­manna­havn hjá Richard Winth­er og Vilhelm Freddie 1975-79, síðan á lista­náms­ligari linju hjá Helge Bertram 1979-1981.
Olivur hevur eisini teknað til fleiri tíðarrit og bøkur, og gjørt veggjaprýði á ymiskum stovnum. Hann hevur fingið námsstyrk t. d. frá Statens Kunst­fonds arbejdslegat 1981.
Hann ger nógv av at mála býarumhvørvi, har hús og tún og gøtur ganga inn í ein kubistiskan, stundum kaleidoskopiskan bygnað. Hann málar eisini umhvørvi úr havnini við bátum, skipum og fólki, og umhvørvi frá arbeiðslívinum. Í eini røð av bókamyndum, serliga vatn­litamyndum, lýsir hann fólk, fugl og dýr, skip og bátar í føroyskum umhvørvum og landsløgum.
Í eini grein í Politiken skriv­aði Peter M. Hornung einaferð um Olivur: »En fær­øsk maler glemmer ikke nemt naturen for de påvirkninger han møder under fremmede himmelstrøg. Og Olivur við Neyst forener evnen til at skabe koloristisk liv med san­sen for at fastholde essensen af miljøer, lys og bevægelse. Hvis man forbinder den fær­øske naturskildring med begsorte klipper under tru­ende himle, vil Olivur við Neysts farvelyriske be­syn­gelser af landskabet og bo­stederne komme som en åbenbaring. Og som eks­klusiv akvarelmaler alene møder man ham gerne på hans næste udstilling«.