Men tað er sera umráðandi, at hetta ríkidømi verður umsitið á skynsamligan hátt og tað vil siga, at vit eiga at binda ein munandi part av hesum peningi í grunnar, sum vit lata standa uttanlands, soleiðis at okkara eftirkomarar eisini fáa burtur úr oljuríkidøminum.
T.d. eiga vit at seta pen-ing í ein kreppugrunn, so-leiðis at vit og komandi ættarlið hava nakað at taka til, um ein hervilig búskaparkreppa aftur skuldi rakt okkara samfelag. Somuleiðis eiga vit at seta pening í ein vinnulívsgrunn, soleiðis at vit kunnu gera íløgur í fiskivinnuna og aðrar alternativar vinnur.
Tað er sera umráðandi, at vit reka ein varnan oljupolitikk, tí ein stórur vandi er fyri, at oljuvinnan kann køva allar verandi vinnur, so sum fiskivinnuna, landbúnaðin, alivinnuna og ymiskan ídnaða. Eru vit ikki á varðhaldii, kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at vit ella okkara eftirkomarar standa á berum tann dagin oljukeldurnar eru tómar. Og tað kann gerast ein vanlukka.
Tí eiga vit at ansa sera væl eftir, at fiskivinnuni og øðrum vinnum verður lív lagað, tey árini, sum oljuævintýrið kemur at ávirka okkara samfelag. Vit eiga eisini at sláa manngarð um føroyska mentan og okkara siðaarv. Oljuvinnan kann gerast eitt vandamál fyri føroyska samfelagið. Tí eiga vit at vera á varðhaldi. Vit eiga at reka ein varnan politikk á hesum øki.
Javnaðarflokkurin sær vandarnar, sum lúra í samandi við oljuvinnuna. Vit hava fyrireikað okkum til at verja føroyska samfelagið ímóti hesum vandum. Vit vilja verja og menna verandi vinnugreinar, soleiðis at hesar ikki hvørva í oljudíkinum, og tað sama vilja vit gera viðvíkjandi okkara mentan og siðaarvinum.
Á valinum 30. apríl eiga tit at taka undir við hesum politikki. Tað gera tit við at greiða atkvøðu fyri javnaðarflokkinum. Setið X við lista C ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins.
Vilhelm Johannesen