Oljan, sum fyrrapartin lak úr einari leiðing á Statfjord-leiðini í norskum sjógvi, rekur nú ímóti landi Sagt verður, at oljan rekur ímóti Bergen og Haugesund, men enn ber ikki til at siga, nær hon kemur inn at landi.
Statoil/Hydro sigur, at umleið 3.800 rúmmetrar av ráolju fóru í havið, tá ein leiðing við eina avskipingarboyu hjá pallinum Statfjord A fór at leka niðri í sjónum. Óhappið hendi, tá tangaskipið ?Navion Britannia? var í ferð við at taka olju við avskipingarboyuna, og umleið 3.800 rúmmetrar fóru í havið.
Tað er fitt av vindi á Statfjord-leiðini í dag og næstan sjey metrar høg alda, men norska útvarpið sigur, at arbeiðið at taka oljuna upp er byrjað.
Oljuóhappið í dag er tað næstringasta í norsku oljusøguni. Tað ringasta var í 1977, tá umleið 12.000 rúmmetrar av olju fóru í havið.