Oljuleiting á vegamóti
Sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, nú enn ein avtala er gjørd millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar um at bora inni á basaltinum. Hetta hendi í farnu viku, tá umboð fyri 8 oljufeløg og føroyskar oljumyndugleikar hittust. Fyri tíð síðani var ein líknandi avtala gjørd millum 3 oljufeløg og myndugleikarnar.
Landsstýrismaðurin er serliga fegin um, at feløgini ikki hava mist vónina men tvørturímóti vilja fara undir enn størri avbjóðingar, sum so eisini kunnu vísa seg at geva nakað aftur. -Tað er tí stak positivt, at feløg, sum í heimshøpi eru stór, framvegis vísa okkara øki stóran áhuga. Raka tey við kolvetni, so fer áhugin at økjast munandi, og tað vil framskunda veruligar oljuboringar, soleiðis at vit um fá ár væntandi kunnu finna olju í rakstrarverdugum nøgdum.
Tíð at fyrireika okkum
Bjarni Djurholm er ikki samdur við tey, sum siga, at oljan verður ein vanlukka fyri eitt so lítið samfelag sum tað føroyska. -Vit koma ikki at framleiða olju tey fyrstu nógvu árini, og tí hava vit rúmar møguleikar at fóta okkum, um vit finna olju og vilja taka hana upp. Hinvegin fer virksemið at ávirka alla tænastuvinnu og aðra vinnu í Føroyum, sum aftur fer at leggja lunnar undir menning av øllum handaslag innan handverk og hvørt av sínum. So eg síggi oljuvinnu heldur sum ein møguleika enn ein trupulleika. Í síðsta enda er tað upp til politiska myndugleikar at meta um, hvussu man fordeildir tað, sum kemur burtur úr. Men eg eri sannførdur um, at oljan kann vera við til at stabilisera hetta samfelagið, soleiðis at vit koma at uppliva ein meira stabilan búskap enn frammanundan sigur landsstýrismaðurin og leggur aftrat:
-Finna vit olju kunnu nógvir pengar koma í umfar, og tá er tað ein politisk uppgáva at plasera pengarnar soleiðis, at teir ikki skaða verandi vinnur. Tað hava vit tíð til at fyrireika okkum til. Oljan kann eisini vera við til at skapa eina eksponering av Føroyum sum samfelag.
Bjarni Djurholm sær ikki oljufeløgini sum nakran vanda, hóast tey við jøvnum millumbilum eru fyri atfinningum í øðrum londum. -Tað sigur seg sjálvt, at stóru oljufeløgini vilja gera alt fyri at bera seg rætt at í okkara parti av heiminum, skulu tey sleppa at arbeiða her. Tey taka stór atlit til at reka skilagóðan starvsfólkapolitikk, umhvørvispolitikk osfr. Tí síggi eg ongan vanda í at fáa hesi stóru oljufeløg henda vegin. Tað áliggur teimum eisini at gera sítt arbeiði til lítar, tá tey fáa so stóra ábyrgd.
Oljumálaráðharrin vísir á, at leitingin komandi tvey árini fer at hava sera stóran týdning fyri eina triðju útbjóðing, sum longu er sett út í kortið at byrja um knapp tvey ár. -Verður olja funnin í komandi boringunum, antin í rakstrarverdugum nøgdum ella í so mikið stórum nøgdum, at hon eggjar til fleiri boringar, so kann tað gera, at stórur áhugi verður fyri 3. útbjóðing.
Gott við tveimum føroyskum feløgum
Bjarni Djurholm er annars sera fegin um, at bæði tey føroysku oljufeløgini eru við í komandi boring. -Nú hava tey hvør sín profil. Annað leggur seg eftir teimum stóru satsningunum, meðan hitt spjaðir váðan meira. Tað eru tveir ymsir hættir at virka uppá, og tað er eisini áhugavert, tí tá hevur tú møguleika í framtíðini at síggja, hvør er tann besta strategiin, og tað gevur okkum eisini betri møguleika fyri at í hvussu er annað felagið, um ikki bæði, kunnu fóta sær í føroysku oljuvinnuni.
Uppá fyrispurning um ikki pláss er fyri fleiri oljufeløgunum á føroyamiðjunum sigur landsstýrismaðurin, at tað er pláss fyri teimum, sum vilja liva upp til tey krøv og tær treytir, sum vit seta. -Tað eru vit, sum seta treytirnar, og eg haldi, at okkara myndugleikar hava gjørt eitt gott arbeiði og eru væl fyrireikaðir, og tí vilja feløgini eisini geva seg undir hesar treytir. Og øll eru vælkomin, sum taka undir við teimum treytum, sum vit seta teimum. Og tess fleiri feløg vísa áhuga tess betri møguleika hava vit eisini at handla tvs. at vit fáa tað til samfelagið, sum tænir tí best.