Oljudreymurin brast

Andreea Lygia Popescu úr Rumenia hevði eitt gott starv sum sivilverkfrøðingur í einum amerikanskum oljufelag í heimlandinum, tá hon og maðurin valdu at flyta til Føroya í 2002

 

Hon er útbúgvin sivilverkfrøðingur innan oljuídnað og vónirnar um at fáa eitt arbeiðið innan oljuvinnuna í Føroyum vóru góðar. Bjartskygni valdaði í Føroyum um eina komandi oljuvinnu.

- Meg minnist, at eg spurdi fólk, um eg mundi fara at fáa arbeiði í Føroyum. Jú, søgdu tey, Tú hevur eina góða útbúgving og í Føroyum eru tað bara fólk, sum ikki vilja arbeiða, finna ikki arbeiði, var svarið. Tey kundi ikki tikið meiri feil, sigur Andreea Lygia Popescu.

 

Komin til Føroya sendi hon so umsóknir um starv til øll øljufeløgini, sum tá vóru í Føroyum. Har var tó einki at fáa.

- Eg fekk svar frá tveimum teirra. Einki starv var tøkt júst tá, men tey takkaðu fyri áhugan, segði hon.

 

Tað gekk long tíð, áðrenn hon fekk nakað starv. Hon greiðir frá, at hon søkti eftir øllum møguligum størvum, alt frá teknikarum av ymiskum slag til vaskifólk.

- Eg gekk arbeiðsleys í trý ár. Tá fekk eg, gjøgnum mannin, starv sum krambakvinna í Shellstøðini á Frælsinum. Hann arbeiddi eisini hjá Shell. Eg var sera fegin um endiliga at hava fingið eitt starv, greiðir Andreea Lygia Popescu frá.

 

Í 2006 fekk hon so endiliga eitt starv í samsvar við sína útbúgving.

- Ein ráðgevandi fyritøka í Havn bjóðaði mær arbeiði sum verkfrøðingur. Tað var gaman í ikki innan oljuverkfrøði, sum er mítt serøki, og tí var hetta eitt sera avbjóðandi starv fyri meg. Mær dámdi tó væl í starvinum, men tá fíggjarkreppan kom í 2009, rakti tað eisini fyritøkuna og eg bleiv uppsøgd, sigur Andreea Lygia Popescu.

 

Síðani kom aftur eitt longri tíðarskeið í arbeiðsloysi. Í 2011 fekk hon arbeiði  aftur, fyri eina nýggja offshore-fyritøku í Føroyum. Tað var ein roynd at fáa fyritøkuna á føtur í Føroyum, men tað gekk tíverri ikki, og skrivstovan bleiv latin aftur í 2014.

 

Føroyska oljuævintýrið var kámað nógv, og vónirnar hjá Andreeu Lygiu Popescu at arbeiða sum oljuverkfrøðingur somuleiðis.

- Eg tók tá eina avgerð um, at eg mátti byrja at læra okkurt nýtt. Eg var jú blivin 45 ára gomul. Eg fór tí í starvsvenjing á Sjóvinnustýrinum heystið 2014. Tað dámdi mær væl, men tá venjingartíðin var av, fekk eg boð um, at Sjóvinnustýrið ikki hevði ráð til at bjóða mær fast starv, sigur hon.

 

Árið eftir fekk hon starv hjá einum shippingfelag, men bleiv uppsøgd, tá felagið í 2015 misti fleiri langtíðaravtalur. Hon fekk kortini stutt seinni bjóða sítt gamla starv í Sjóvinnustýrinum aftur, tó einans sum tíðaravmarkað starv.

 

Andreea Lygia Popescu sigur, at tað kanska er torført at seta fingurin á ávísar orsøkir til, hví tað hevur verið so torført at fáa starv. Ein orsøk er tó heilt víst, at útlendingar mugu læra ikki bara føroyskt, men eisini danskt.

- Eg lesi, skrivi og tosi føroyskt. Eg fái ofta at vita, at eg tosi so gott føroyskt, men kortini havi eg fingið at vita, at eg ikki tosi nóg væl til at verða sett í starv. Tað er eitt sindur hugstoytandi, sigur hon.

- Ein annar trupulleiki er, at í nógvum starvslýsingum verður sett sum krav, at umsøkjarin dugir føroyskt, enskt og eitt norðurlendskt mál. Tá eru allir ikki-norðurlendingar fyri vanbýti, tí tá er talan um, at vit skulu duga trý fremmandamál, sum eru púra fremmand fyri okkum. Hetta sær út sum ein háttur at gera mismun móti ikki-norðurlendingum, sigur hon.

- Á føroyska arbeiðsmarknaðinum er eisini sera torført at klára seg uttan at duga danskt, tí hóast meginparturin av samskiftinum við onnur er á føroyskum, so er ómetaliga nógv skrivligt tilfar einans á donskum, so sum vegleiðingar, læribøkur og handbøkur til ymiskar maskinur og tól, sigur Andreea Lygia Popescu

 

 

Nú er Andreea Lygia Popescu aftur arbeiðsleys.

- Føroyar eru eitt vakurt land og her er vert at liva, men onkuntíð kennist tað vónleyst og eg havi hugsað um at flyta heim aftur. Eg kenni eisini fleiri, sum komu higar, men sum eru farin avstað aftur. Tá ein sendir so nógvar umsóknir og fyritøkurnar í flestu førum als ikk brýggja seg við at geva eitt svar, so følir man seg onkuntíð virðisleysa, sigur hon.