Oljuinnrás í Hoydølum

Sum fyrsti studentaskúli í Norðurlondum fara tey nú í Hoydølum undir eina spildurnýggja royndarundirvísing. Talan er um vallærugreinina ?Oljufrøði?, sum næmingar í 3 G hava møguleika at taka. Undirvísingin byrjar í dag og hava 8 næmingar valt nýggju lærugreinina. Stigtakararnir Katrin Thomassen og Heini Eysturoy vóna við hesum tiltaki at fáa økt áhugan fyri náttúruvísund umframt at gera komandi studentar betri førar at fara undir víðari lestur innan oljufakið. Eisini vóna tey at kunna gera Studentaskúlan í Hoydølum meira sjónligan í mun til vinnuna

Jan Müller


Í dag klokkan 13 byrjar undirvísing í eini heilt nýggjari lærugrein í Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Tað snýr seg um lærugreinina ?oljufrøði?, sum fyri fyrstu ferð verður boðin næmingunum í 3. g.

Tað eru teir báðir lærararnir, Katrin Thomassen og Heini Eysturoy, sum hava tikið stig til at fáa hesa nýggju lærugreinina inn um skúlagátt í einum av landsins størstu miðnámsskúlum.

Tá 1. skúlatími í nýggju lærugreinini byrjar í dag verða 8 næmingar í skúlastovuni. Hesir hava valt sær nýggju lærugreinina, tí hon kanska kann vera við til at leggja lunnar undir framtíðar lestri og virki teirra.


Endamálið

Endamálið við nýggju lærugreinina oljufrøði er m.a.: at næmingurin fær eitt grundleggjandi innlit í tey tøkniligu og náttúrubundnu viðurskifti, sum hava týdning fyri oljuvinnu, umframt innlit í samfelagslig árin av tílíkari vinnu, og at næmingurin verður førur fyri at meta um ymiskar upplýsingar, sum hava við oljuvinnu at gera, og at taka støðu til ymisk sjónarmið um oljuvinnu, sum koma fyri í tí dagliga orðaskiftinum.

Undirvísingin tekur annars støði í, at næmingurin hevur lokið 2. studentaskúlaflokk á støddfrøðiligari deild. Hon fevnir um trý høvuðsøki: jarðfrøði, olju- og gasstøkni og olja og samfelagið. Umframt vanligu undirvísingina eru eisini gestafyrilestrar, námsferðir og stovnsvitjanir partur av undirvísingini. Undirvísingin er fýra tímar um vikuna.

Næmingarnir skulu upp í munnliga prøvtøku í nýggju lærugreinini, sum er valgrein. Haraftrat skulu teir gera seks skrivligar uppgávur.

Hetta er annars fyrstu ferð, at oljufrøði verður tikin upp sum lærugrein í studentaskúla nakrastaðani. Taka vit grannalond okkara Danmark og Noreg, so er hetta ókent har.


Víð skipan

Vit hava spurt tey bæði, Katrin Thomassen og Heina Eysturoy, hvussu tað ber til, at tey hava tikið stig til hesa nýggju lærugreinina!

Tey vísa fyri tað fyrsta á, at nýggja studentaskúlaskipanin er so víð, at hon leggur upp til royndarundirvísing og nýggjar lærugreinar. Og tí er oljufrøði ein møguleiki.

Hetta verður so eisini gjørt fyri at skapa størri áhuga millum næmingar fyri náttúruvísund. Tað vísir seg nevniliga, at áhugin fyri náttúruvísund er fallandi allastaðni. Her kann ein nýggj lærugrein sum oljufrøði vera við til at skapa nýggjan áhuga fyri náttúruvísund.

Lærugreinin kann so eisini vera lestrarfyrireikandi tvs. at hon kann verða ein ígongdsetari og íblástur til at lesa víðari til eitt nú oljuverkfrøðing á Fróðskaparsetrinum.

Teir báðir lærararnir siga víðari, at lærugreinin kann eisini skapa eina grundvitan, soleiðis at sjálvt um fólk fara í aðra vinnu seinni, so ger hon tey før fyri betri at meta um og taka kvalifiseraðar avgerðir í eini komandi oljuvinnu í Føroyum.

Kartin og Heini, sum skulu standa fyri undirvísingini í nýggju lærugreinina, dylja ikki fyri, at royndarundirvísingin eisini reint persónliga er ein faklig avbjóðing fyri tey.

-Og kann Studentaskúlin gerast meira sjónligur í mun til vinnuna við eini slíkari lærugrein sum oljufrøði, so er eisini nakað vunnið har siga tey bæði í viðtali við Sosialin.

Hvønn førleika hava tey so at undirvísa í oljufrøði kundi verið spurt:

Katrin Thomassen er canc. scient. við høvuðsgrein í geografi og hjágreinum sum jarðfrøði og søgu. Hon hevur arbeitt á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði síðani 1970.

Heini Eysturoy hevur cand. polyt. útbúgving sum byggifrøðingur. Hann hevur eisini tikið skeið í olju- og gasstøkni, reservoirtøkni og offshorekonstruktiónum. Hann hevur starvast sum lærari á Føroya Studentaskúla síðani 1995.


Nú í nógvum skúlum

Við hesum seinasta og ikki minst áhugaverda tiltakinum hjá Føroya Studentaskúla í Hoydølum hevur olja og oljuvinna av álvara fingið fótin fastan innan føroyska skúlagátt. Frammanundan er oljan eisini partur av undirvísingartilboðunum á fleiri av meira teknisku skúlunum kring landið, eitt nú maskinmeistaraskúlanum, sjómansskúlanum og teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík. Aftrat hesum fingið fakið eisini fingið innivist á hægri lærustovnum so sum á Fróðskaparsetrinum, har ein rættiliga støðug menning hevur verið og har tað framvegis verður útbygt innan økið, soleiðis at hon hetta nú eisini fevnir um veruliga gransking á økinum. Avtalur eru eisini gjørdar við lærustovnar uttanlands um, at føroyingar kunnu lesa oljufrøði ol. har.


Oljufeløg stuðla

Tað vísir seg, at oljufeløg vanliga stuðla slíkum tiltøkum. Hetta er ikki ókent í Noregi, Danmark ella Bretlandi. Vit hava so eisini sæð, at AMG-samtakið, ið fevnir um Statoil, Mobil og Enterprise hava verið við til at stuðla útbúgvingartiltøkum á Fróðskaparsetrinum og aðrastaðni við. Eisini hava føroyingar til legat til víðari lestur aðrastaðni.

Hesaferð er tað so Amerada Hess, sum hevur latið stuðul til bøkur, ið brúkast skulu í útbúvingini.