Herfyri sendi Landsstýrið uppskot til hoyringar um at seta gongd á oljuleitingina við Føroyar og harvið bjóða fimta oljuleitingarumfar út. Hetta heldur Bogi Hansen, havfrøðingur, vera eitt prógv um, at føroysku politikararnir ikki taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og ikki hava viljan til at seta neyðugu tiltøkini í verk.
- At fara og bora eftir olju samstundis sum mann hevur sagt, at vit skulu taka undir við París sáttmálanum, er burtur úr vón og viti, sigur Bogi Hansen.
París Sáttmálin frá 2015 sigur, at hitin á jørðini skal haldast undir 2 stig - og vit skulu stremba eftir, at hitin ikki fer upp um 1,5 stig.
- Jørðin er longu hitnað 1 stig, so har er eitt hálvt stig eftir. Vit nærkast alsamt teimum 1,5 stigunum, tí tilgongdin hevur verið í gongd leingi, og tað tekur tíð, áðrenn systemið verður stabilt. Skal mann hava nakran sum helst møguleika at røkka hálvumøðrum stigi, so skal útlátið í 2030 vera farið niður í helvt globalt. Tað fer at krevja øgiliga nógv, sigur Bogi Hansen og vendir aftur til oljudreymin hjá føroysku politikarunum.
- Um vit skuldu funnið olju, so tekur tað fleiri ár, áðrenn mann kann fara í gongd við at framleiða hana. Tað má fara at nærkast 2030, og tá skal nýtslan av røttum vera farin niður í helvt. Har er ikki nógvur samanhangur í, sigur hann.