Oljuorðalisti á veg

Ein orðalisti er á veg, sum skal vera við til at flyta í øllum førum tey mest vanligu fakorðini í oljuvinnuni inn í tað føroyska málið. Eftir ætlan skal orðalistin ikki gevast út í bók, men heldur liggja á alnetinum, har almenningurin eisini skal fáa høvið at siga sína hugsan

 

Oljuorð

Heri á Rógvi


Føroyska málið er nakað serstakt fyri føroyingar og nakað, ið føroyingar meta rættiliga høgt. Seinastu árini er nógv arbeiðið gjørt við at gera orðabøkur og við at umseta orð úr øðrum málum. Ávirkanin uttaneftir hevur ávirkað føroyska málið rættiliga nógv seinastu árini, eitt nú innan telduheimin eru hópin av orðum komin til Føroya og í føroyska málið. Innan hetta øki eru eisini fleiri føroysk gjørd, og almenningurin leggur seg eisini eftir at nýta føroysk orð.

Tað er eisini lætt at ímynda sær, at oljuvinnan vil hava fitt av fremmandu orðum við sær. Hóast ikki øll eru so von við oljuvinnuna og fakorðini innan oljuvinnuna, so verða við tíðini fleiri føroyingar við í oljuvinnuni, og serheitið innan vinnuna fara at gerast alsamt meira enn vanligur partur av føroyska málinum.

Í teimum álitum, verkum og greinum, sum eru skrivaðar í sambandi við oljuvinnuna, er tað kanska eitt sindur ymiskt, hvørji orð eru nýtt til hvørt endamál. Rættiligt fitt av fremmandum, einamest norskum og enskum, orðum eru javnan frammi í fjølmiðlunum, tá ið eitt fyribrigdi skal lýsast nærri.

Nógv hevur eisini verið tosað um, hvussu oljuvinnan og nógvu útlendingarnir fara at ávirka føroyska mentan. Ein partur av mentanini er málið, men tað verður mestir ikki soleiðis, at útlendingarnir fara at taka tey nógvu føroysku orðini til sín. Føroysku fakorðini, sum kunnu hugsast at trína oljumálið, verður mest sannlíkt nýtt millum almenningin í Føroyum.

Orðalisti

Í eina tíð nú hevur verið arbeitt við einari verkætlan, ið hevur til endamáls at gera eina tekniska orðabók ella tekniskan orðalista í øllum førum. Henda verkætlanin skuldi gera hóskandi føroysk orð til fleiri vinnugreinir, ikki bert oljuvinnuna. Henda verkætlanin er fyribils sett í eina bíðistøðu, tá ið tað verður leitað eftir arbeiðsumstøðum at gera bókina lidna.

Fyri einum góðum mánaði síðan fór ein onnur verkætlan av bakkastokki. Hendan hevur verið undir fyrireiking í eina tíð nú, men er nú farin ígongd, og verkætlanin miðjar ímóti at vera liðug í mai mánað komandi ár.

Verkætlanin snýr seg um at gera ein oljuorðalista ella oljuorðasavn. Tað eru Málstovan, Oljumálastýrið og FOÍB, ið hava tikið stig til verkætlanina. FOÍB stendur fyri Føroya Oljuídnaður bólkur, og er hetta eitt samtak hjá oljufeløgunum, ið eru virkin í Føroyum. Leikluturin hjá FOÍB við hetta høvið er at fíggja verkætlanina. Allan tann málsliga partin skal Málstovan taka sær av, og teir hava eisini funnið ein kendan mann at vera ritstjóri. Jóhan Hendrik W. Poulsen skal ritstjórna oljuorðalistan burturav hesar komandi sjey mánaðinar ella so.

Jóhan Hendrik greiðir frá, at hann skal taka sær av tí dagliga arbeiðinum. Higartil hevur hann eitt nú lisið fleiri frágreiðingar, sum eru skrivaðar í sambandi við oljuvinnuna, og hann hevur eisini havt nakrar orðalistar úr Norra at halda seg til. Sum heild verður norsk fyrimynd nógv nýtt.

Jógvan í Lon Jacobsen, ið situr í nevndini fyri verkætlanina saman við umboðum fyri Oljumálastýrið og FOÍB, sigur, at teir fyrst og fremst leggja seg eftir at finna hóskandi heiti til tey mest vanligu orðini innan oljuvinnuna. Hann ásannar, at tað skjótt kann gerast drúgt, um øll teknisku orðini skulu takast við. Listin skal vera eitt slag av einari terminologi(frøðiheiti), har høvuðshugtøkini eru við.

-Arbeiðið er sjálvandi skundað undir av virknu oljufeløgunum í Føroyum. Tað er eisini ein fyrimunur við hesum, at tað eru bæði mál- og vinnufólk við í verkætlanini, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

-Tað skal vera so smidligt sum til ber, leggur Jóhan Hendrik W. Poulsen afturat.


Út á netið

Tað verður ikki soleiðis, at tað ein orðabók fer at verða givin út sum úrslit av verkætlanini. Ætlanin er nevniliga at leggja listan út á alnetið. Orðalistin skal leggjast út á netið, soleiðis at almenningurin til eina og hvørja tíð kann vitja síðuna. Men tey vitjandi kunnu ikki bert leita sær eftir onkrum orði. Tað fer eisini at bera til at gera viðmerkingar til orðini. Høvi verður at gera viðmerkingar til orðini ella kanska koma við nýggjum orðum, soleiðis at orðalistin allatíðina kann dagførast og gearast betri. Eisini fer at vera møguligt at kjakast um hesi góðu orð á síðuni. Tað er tó enn ikki avgjørt, hvar henda síðan fer at liggja á alnetinum, tá ið verkætlanin eftir ætlan verður liðug komandi ár.

-Orðalistin skal ikki metast sum tann endaligi sannleikin, men heldur eigur høvi at vera til at kjakast og á henda hátt kunnu fólk fáa ávirkan, og listin kann gerast betri, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.