Oljufeløgini hava enn eina ferð lagt nøkur oyru upp á prísin á brennievni Nú restar lítið í, at prísurin í Føroyum á bensini fer upp um 10 krónur.
Í morgun hækkaðu Magn og Effo prísirnar, og ein litur av bensini kostar nú 9,90 krónur.
Diesel kostar 8,75 krónur liturin.
Tað er eisini vorðið dýrari at hita húsini. 1000 litrar av gassolju kosta nú 7,213 krónur.