Triðja dagin á rað hækkar oljuprísurin á altjóða marknaðinum í morgun. Orsøkin er veksandi eftirspurningur, og at heimsbúskapurin er um at fóta sær aftan á kreppuna. Tað skrivar Bloomberg News.
Sum tekin um bata í heimsbúskapinum nevnir tíðindastovan, at stjórnin í Singapore hevur kunngjørt, at hon væntar eitt betri búskaparligt úrslit í ár enn higartil hildið.
Ein tunna av ráolju, sum skal latast í næsta mánaði, kostar í morgun 71,38 dollarar.