Í gjárkvøldið kom prísurin á lættari olju fyri fyrstu ferð upp í 81 dollarar fyri tunnuna Amerikanskir marknaðarserfrøðingar vænta, at oljan verður uppaftur dýrari seinni í ár. Eitt nú væntar íløgubankin Goldman Sachs, at prísurin kemur upp í 85 dollarar um ársskiftið.
Sera lítil olja er á goymslu í USA, og júst nú eru goymslurnar tær minstu í átta mánaðir, skrivar Reuters. Tað hevur fingið fleiri at ávara um vandan fyri orkutroti í vetur.
OPRC-londini lovaðu í síðstu viku at økja framleiðsluna, men eygleiðarar vænta ikki, at tað er nóg mikið til at halda oljuprísinum niðri.