Her síggjast skip í Hormuzsundinum, sum so at siga hevur verið stongt fyri skipaferðslu í tveir mánaðir. (Savnsmynd). - Mynd: Amirhosein Khorgooi/Isna/Wana/Reuters

Oljuprísurin lækkar meira enn tíggju prosent

Prísurin á eini tunnu av norðsjóvarolju lækkaði nógv í dag

Her síggjast skip í Hormuzsundinum, sum so at siga hevur verið stongt fyri skipaferðslu í tveir mánaðir. (Savnsmynd). - Mynd: Amirhosein Khorgooi/Isna/Wana/Reuters

Á middegi kostaði ein tunna av norðsjóvarolju 98 dollarar, sum var góð tíggju prosent minni enn eitt samdøgur frammanundan.

Prísfallið stóðst av eini søgu frá miðlinum Axios, sum kanska hevur givið endurnýggjaða vón um ein enda á krígnum í Miðeystri.

Sambært miðlinum halda Hvítu Húsini, at tey eru við at kunna gera eina avtalu við Iran, sum ger enda á ósemjuni.

Miðilin hevur endurgivið tvey ónevnd embætisfólk.

Reuters hevur til fánýtis roynt at fingið søguna váttaða av amerikanska uttanríkisráðnum og Hvítu Húsunum.

Ein pakistansk kelda, sum hevur verið við í samráðingunum, hevur tó váttað fyri Reuters, at USA og Iran eru nær við eina yvirlýsing.

 

/Ritzau/

 

Her síggjast skip í Hormuzsundinum, sum so at siga hevur verið stongt fyri skipaferðslu í tveir mánaðir. (Savnsmynd). - Mynd: Amirhosein Khorgooi/Isna/Wana/Reuters