Friðarráðstevnan um Miðeystur heldur fram í Annapolis í dag Í dag verður fundur millum ísraelska forsætisráðharran, Ehud Olmert, palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, og George W. Bush, forseta. Samráðingarnar teirra millum verða í Hvítu Húsunum.
Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, segði í nátt, at samráðingarnar í dag verða grundaðar á rammuavtaluna, sum partarnir samdust um í gjár, og sum sigur, at málið er ein varandi loysn við einum palestinskum ríki.
Eftir hesari avtaluni skal ein endaligur friðarsáttmáli fáast upp á pláss longu næsta ár, men nógvir eygleiðarar og politikarar ivast í, at tað fer at lata seg gera.
Rice segði eisini í nátt, at Olmert og Abbas hava avtalað at hittast tann 12. desembur.