Ólógligt at hækka gjaldið til kringvarpið á hvørjum ári

Landsstýrið ætlar, at gjaldið til Kringvarpið skal hækkast á hvørjum ári – men arbeiðsgevar siga, at tað er ólógligt

Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka kringvarpsgjaldið á hvørjum ári er ólóglig. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, har gjaldið til kringvarpið skal hækkast tvey prosent á hvørjum ári. Í hesum sambandi er ætlanin at kringvarpsgjaldið skal prístalsviðgerast og tað merkir at tað skal hækka, púra sjálvvirkandi, tvey prosent um árið.

 

Les meiri her: Nú skal gjaldið til kringvarpið hækka einaferð um árið

 

Men í Føroya Arbeiðsgevarafelag siga tey, at hetta ber ikki til. Tey vísa á, at landsstýrið sigur sjálvt, at kringvarpsgjaldið er ein beinleiðis skattur, tí tað er eingin samanhangur ímillum gjaldið og tænstuna. Samstundis vísir arbeiðsgevarafelagið á, at eftir stýrisskipanini kann eingin skattur verða álagdur, uttan at Løgtingið hevur samtykt tað. Tí kann kringvarpsgjaldið ikki prístalsviðgerast, og hækka sjálvvirkandi tvey prosent um árið soleiðis sum landsstýrið ætlar.

 

– Eftir stýrisskipanarlógini skulu broytingar í kringvarpsgjaldinum - sum landsstýrið sigur er ein beinleiðis skattur - leggjast fyri Løgtingið í hvørjum einstøkum føri, halda tey í Arbeiðsgevarafelagnum.

 

Spurnartekin kann sostatt setast við, um ætlanin hjá landsstýrinum er í stríð við sýrisskipanarlógina, og tað eigur at verða kannað, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, sigur Arbeiðsgevarafelagið.