Løgreglan hevur aftur verið á ferð við tí endamáli at kanna ferðsluna. Hesa ferð vóru tey í tí, tey kalla Norðurøkinum, tað er í Eysturoy og í Norðoyggjum.
Løgreglan sigur, at tað stóð væl til – líka til tey steðgaðu einum bili og bóðu føraran vísa teimum koyrikortið. Men tá vísti tað seg, at bilførarin hevði ikki koyrikort yvirhøvur.
Tað verður ein dýr søga hjá honum, tí fyrstu ferð, ein verður tikin at koyra bil við ongum koyrikorti, er talan um eina bót upp á 5.000 krónur.
Endurtekur tað seg, hækkar bótin alsamt og verður ein tikin fýra ferðir, er bótin 10.000 krónur og fimmtu ferð kostar tað eisini eina viku í geglinum – og harumframt kann hald eisini verða lagt á bilin.