Olshana er sokkin

Í nátt varð fýra ferðir roynt at toga russiska trolaran av Flesjunum, men tað miseydnaðist Lítla løtu fyri klokkan átta í morgun sakk russiski trolarin Olshana við Flesjarnar. Hann liggur á 70 metra dýpi.

Í nátt vórðu fýra royndir gjørdar fyri at toga trolaran av, men tær miseydnaðust. Trolarin tók nógvan sjógv, og tað var nógv, sum bendi á, at talan var um aðrar lekar í botninum enn ta rivuna í bakborði, sum í gjárkvøldið varð hildin at vera orsøkin til, at trolarin lak.

Tjaldrið, Triton, Finnur Fríði, Pressarin og Skúmarin hava í alla nátt og í góðum líkindum arbeitt við at bjarga skipinum, men tað eydnaðist ikki.

Tað var klokkan eitt korter til átta í gjárkvøldið, at russiski trolarin fór á Flesjarnar. Hann var á veg av Kollafirði og til fiskiskap. Á Kollafirði høvdu teir bunkrað 270 tons av gassolju.