Omandottin ferðafólk: Konan var við

Tey avvarðandi hjá teimum báðum monnunum, sum duttu oman í Saksun í gjár, eru kunnað um syrgiligu vanlukkuna.

 

Løgreglan sigur í dag, at konan hjá tí 79 ára gamla, sum liggur á Landssjúkrahúsinum, var við á túrinum í Saksun og hevur verið hjá manninum síðani hendingina.

 

Hin 40 ára gamli svenskarin, sum lat lív av hendingini í gjár, hevði ikki familjuna við á túrinum, men løgreglan kunnaði beinan vegin svensku løgregluna um málið og hevur síðani tosað við mammu mannin, sum doyði.

 

Løgreglan staðfestir, at talan ikki var um ein túr við føroyskum ferðaleiðara, men at ferðaliðið við norðurlendingum og amerikanarum, hevði fingið loyvi til at ganga í haganum.

 

Løgreglan hevur ikki havt møguleikan at tosa við tann 79 ára gamla mannin, tí hann var ikki við vit í gjár. Óvist er, hvussu støða hansara er í dag.