Omanlop í Lamba

Leygarnáttina leyp úr hamrinum omanfyri húsini hjá bóndanum, Tórfríða Magnussen og Karin Rosenblad, í Lamba

Omanlop

Tað var nógvur høgættarvindur og ógvuliga váttligt veður fyrrapartin av vikuskiftinum.
Frætt er um størri og smærri omanlop ella skriðulop ymsastaðni kring landið, og í Lamba leyp eisini undan hamrinum, sum róptur verður Uppi á Bjørgum. Hetta er hamarin omanfyri húsini, har eitt nú bóndin, Tórfríður Magnussen og nærmasti granni, Karin Rosenblad, búgva.

Steðgaði beint við húsini
Tórfríður sigur, at skriðulopið er lopið undan hamrinum og er steðgað beint omanfyri húsini hjá honum og Karini.
- Tað sær út til, at lopið er skrædnað úr einum stíggi undir hamaranum og er komið oman móti hegninum, sum er millum húsini. Har er skriðan so steðgað.
Hann vísir á, at eyrur, mold og steinur eru í lopinum, men við tað, at alt helst er komið oman í einum og tí, at lopið steðgaði, har tað steðgaði, er eingin skaði komin á hús ella ognir.
- Um steinarnir vóru farnir á bólt einsamallir, kundi skaði verið hendur, tí hampiligir steinar eru uppí skriðulopinum, sigur hann.
Tórfríður vísir á, at tað var rættiliga vátt í veðrinum fríggjakvøldið og leygarnáttina, og hetta er helst orsøkin til, at lopið er oman úr hamrinum.
- Í slíkum veðri kann lop spyrjast burtur úr, um tað nógva vatnið sleppur inn undir bakkan. Tá kann tað trýsta so nógv, at tað ríður undan og kemur oman móti ovastu húsunum.

Er lopið áður
Hann sigur, at tey annars eru sloppin væl í Lamba í so máta.
- Nøkur ár herfyri leyp oman á eini hús har niðri í bygdini, men annars hevur ikki verið vanligt, at lopið er oman úr tey umleið 20 árini, eg havi búð í Lamba.
Tórfríður sigur, at teimum gomlu dámdi ikki, at sethús vórðu bygd ov ovarliga, men hann sigur seg einki vita um, at álvarslig lop hava verið í Lamba.
- Men tað munnu teir gomlu vita betur um at siga, um so er, leggur hann aftrat.
Í hesum førinum steðgaði skriðulopið beint omanfyri húsini hjá Tórfríði og Karini og gjørdi tíbetur tað ongan skaða.
- Men, sum sagt; vóru teir steinar, sum vóru uppi í skriðulopinum, komnir oman einsamallir og ikki uppi í rúgvuni, kundi ivaleyst skaði verið hendur, sigur Tórfríður Magnussen, bóndi í Lamba.