Justin Bieber er ikki meira enn farin, so eru dreingirnir í One Direction klárir at lenda í Danmark.
Í komandi viku verða tvær konsertir við bólkinum í Danmark. Í Boxen í Herning og í Forum í Keypmannahavn.
Tað tók bert hálvan tíma at selja tey 19.000 atgongumerkini, tá tey vóru til sølu í november.
Ilt er at meta um, hvør er størri hetja millum ungar kvinnuligar lurtarar; Justin Bieber ella teir í One Direction. Í øllum førum vænta fyrireikararnir lívliga lurtarafjøld, og talan er um sitikonsertir, men mest tí at lættari er at halda skil á, tá stólar eru í salinum, hóast ongin situr á teimum.
Tað sigst, at 10 milliónir fjepparar fylgja One Direction á Twitter.