onga hóming av hví hon varð álopin

Ein av teimum, ein maður er ákærdur fyri at drepa í Norðdepli síðsta summar, er ein ung kvinna, men hon skilir púra einki av, hví hon varð álopin

- Eg havi onga hóming av, hví eg varð álopin.
Ein av teimum fýra fólku­num, sum vórðu álopin í ógvus­ligu hendingini í Norð­depli síðsta summar, er ein ung kvinna.
Ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk í Norðdepli tann 14, juli í fjør og í rættinum í morgun kom fram, at tað var hend­an unga kvinnan, sum var upprunaliga málið hjá gern­ingsmanninum.
Í øllum førum var tað hon, sum varð álopin og hini vórðu særd, so hvørt hon leit­aði sær hjálp hjá teimum.
Hon staðfesti eisini í rættinum, at gern­ings­maður­in er tann, sum er ákærdur í málinum.

Onga hóming um orsøkina
Men hon sigur, at hon hevur als onga hóming av, hví hon varð álopin.
Talan er um eitt lítið sam­felag, so tað slepst ikki undan, at fólk hittast.
Men hon hevði als einki yvirhøvur havt nakað sum helst við hann at gera, uttan at tey høvdu hitst av tilvild í ymsum høpum. Og tey høvdu heldur ongantíð práta annað enn eitt sindur av vanligum túnatosi og hann hevði heldur ongantíð verið keðiligur ímóti henni.
Hon varð eisini spurd um tann ákærdi kundi hava havt hug á henni, men tað hevði hon ikki varnast.
Tey vóru heldur ikki óvin­ir á nakran hátt.

Tók hvørkratak á henni
Gentan greiddi frá, at leyg­ar­kvøldið 13. juli høvdu hon ákærdi av tilvild verið somu veits­lu og hevði skift nøkur fá orð um hana.
Men hon var farin rætti­liga tíðliga úr veitsluni og hon hevði ikki drukkið.
Hon búði í húsunum hjá verforeldrunum, sum ikki vóru heima. Unnusti henn­ara var til skips og hon og svágurin lógu og svóvu í hvør sín­um kamari í kjallaranum.
Men hon vaknaði brádliga aftur við kaldan dreym, við tað at ákærdi hálvgun sat oman á henni og hevði tikið hvørkra­tak á henni.
Hon nevndi fleiri ferðir, at hann tóktist at vera púra kenslu­leysur við køldum, tóm­um eygum.
Hon fekk ikki luft, men hann var ov sterkur til at hon fekk hann at sleppa.
Men í eini roynd at fáa hann at sleppa takinum, læt hon sum um hon gav upp og hev­ði mist vitið.
Heldur ikki tað gjørdi mun, men so fekk hon sett fót­in á hann og fekk skumpa hann til viks og rópt eftir svági­num.
Hon sá, at hon hevði blóð­dropa á hondini, men hugs­aði ikki um, hvaðani tað kom frá.
Hon var ræslusligin og tað, sum hendi síðani, minn­ist hon bara í brotum.
Svágurin kom í kamarið og tískil slapp hon út og inn í eitt annað kamar og haðani út ígjøgnum eitt vindeyga.
Komin út í tún, rann hon skó­leys og næstan nakin, om­an til ommu og abba drong hennara, sum búðu tætt við.
Hon hoyrdi at onkur rann aftan­ á og komin hálva vegin upp ígjøgnum trappurnar upp á loft hjá ommuni og abba­n­um, tók ákærdi um bein­ið á henni. Men hon slapp aftur leys og smeyg sær inn í kamarið, har abbin og omm­a­n lógu og svóvu.
Omman vaknaði og hin smeyg sær aftur um hana at lei­ta sær skjól.
Hon sigur, at tey vaktu abban, sum fór á føtur og hon minnist, at abbin hevði slig­ið ákærda, sum síðani fór út.
Svágurin kom eisini til stað­ar. Hann var líkbleikur, helt um hálsin og bløddi.
Tey ringdu so eftir sjúkra­bili og tað var ikki fyrr­enn tá, at hon varnaðist, at hon sjálv eisi­ni var særd.
Teknisku prógvini stað­fes­tu, at hon varð særd við ein­um hvøssum luti, helst ein­um knívi og hon hevði eitt fimm sentimetrar langt sár frammanfyri á hálsinum, eitt sár á rygginum, sum var 10 sentimetrar langt og eitt ann­að, sum var tveir senti­metr­­ar, umframt fleiri aðrar snud­d­ir á rygginum.
Læknarnir hava staðfest, at sárið í hálsinum var tætt við pulsin og kundi tískil havt veri lívshóttandi.
Men hon legði afturat, at hon hevði ongantíð sæð nakran knív.