Onga náði hóast hon misti eitt barn

Tá ið Anna Nattestad misti eitt barn, varð steinur lagdur oman á byrðu, tá ið hon fekk eina skattarokning, sum hon ikki sleppur undan at rinda, hóast tað er staðfest, at tað er TAKS, sum hevur feilin

- Eg má út við hesum fyri at fortelja fólki, hvussu kensluleysir myndugleikar kunnu vera.

Tað sigur Anna Nattestad í Trongisvági.

Hon hevur havt trý ring ár.

Í 2008 misti hon eitt pinkubarn, sum bara livdi í tveir dagar. Aftur í 2010 misti hon eitt pinkubarn, sum livdi í 17 dagar.

Men afturat hesum sorgarleikum hevur hon fingið eina skattarokning at dragast við, sum hon ikki sleppur undan at gjalda, hóast tað er staðfest, at tað er ikki hennara feilur, men at tað er TAKS, sum hevur gjørt eitt mistak.


Í góðari trúgv

Tann 18. desember í 2008 átti Anna ein son, Lukas, sum hevði ein alvorligan hjartafeil og sum doyði longu tveir dagar seinni, tann 20 desember.

Men hóast hann bara livdi í tveir dagar eigur Anna barnafrádrátt fyri hann og hann fekk hon útgoldnan í mars í 2009.

Tað hendi alt sjálvvirkandi, uttan at Anna hevði hevði gjørt vart við seg hjá TAKS, tí tey á TAKS høvdu sjálvi skrásett, at eg hevði átt ein son.

- Men fyri at onki mistak skuldi hendi, ringdi eg til TAKS at boða frá, at Lukas var deyður.

- Tað var fyri at tryggja mær, at hann varð strikaður aftur í skattaskránni so at eg ikki eisini fekk barnafrádrátt fyri hann í 2009, tí tað hevði eg ikki rætt til.

- Konan, eg tosaði við á TAKS, var blíð og týð og vissaði meg um, at hetta skuldi eg ikki hugsa um, tí tað hendi alt av sær sjálvum.

Anna Nattestad sigur, at tí var hon í góðari trúgv um, at alt var í lagi.

Hon er dagrøktarmamma og inntøkan er skiftandi. Tí hugsaði hon heldur ikki um, at skatturin hon rindaði mánað fyri mánað í 2009, eisini var skiftandi.

Men tá ið TAKS tíðliga í 2010 ger støðuna upp, varnast tey, at Anna hevur framvegis fingið barnafrádrátt fyri Lukas í 2009.

- Ein dagin tíðliga í 2010 ringdi TAKS til mín at spyrja, hvussu nógv børn eg átti og tá kom fram, at eg hevði fingið eisini barnafrádrátt fyri Lukas í 2009.

Tað hevði Anna ikki rætt til og tí fekk hon eina eykarokning upp á 9.750 krónur, vísa skjølini í málinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

- Tað nyttaði onki, at eg greiddi teimum frá, at eg hevði ringt til TAKS longu í mars í 2009 og at tey høvdu vissa meg um, at alt var í lagi.

- Samskiftið við TAKS var munnligt og tískil havi eg ongi prógv fyri, at eg havi ringt og eg havi heldur ongi prógv fyri, at TAKS hevur boðað mær frá, at hetta fór at koma í rættlag av sær sjálvum.


Ein sorgarleikur afturat

Í 2010 var Anna aftur rakt av einum sorgarleiki, tá ið hon aftur varð við barn og fekk ein son.

- Av tí, at Lukas doyði av hjartafeili, varð avgjørt, at Anna skuldi eiga á Ríkissjúkrahúsinum, tí barnið skuldi leggjast undir skurð alt fyri eitt.

Á Ríkissjúkrahúsinum átti hon ein son, sum fekk navnið Gilli.

Men hóast læknarnir gjørdu alt teir kundu, stóð lívið ikki til at bjarga og lítli Gilli doyði 17 dagar seinni.

Hetta førdi so til, at Anna átti barnafrádrátt fyri Gilla í 2010, men áðrenn hon fekk nakað útgoldið, skuldi skattarokningin frá 2009 dragast frá.


Ómetaliga vónbrotin

Anna Nattestad sigur, at tað er ikki so nógv peningurin, hetta snýr seg um.

Men hon dylir ikki fyri, at hon er ómetaliga vónbrotin av framferðini hjá TAKS.

- Eg var ógvuliga illa fyri alla hesa tíðina og hevði alt annað at hugsa um enn at stríðast við TAKS um eina skattarokning.

Hon leggur leggur afturat, at hon hevði eisini álit á, at alt kom í rættlag av sær sjálvum, soleiðis sum konan á TAKS hevði lovað.

Eftir at hava mist Lukas beint fyri jól í 2008, var hon ikki før fyri at fara til arbeiðis aftur fyrrenn í apríl í 2009.

- Eg maktaði ikki sjálv at halda skil á mínum skattaviðurskiftum, men eg hevði eisini blint álit á TAKS fekk alt í rættlag, soleiðis, sum tey høvdu lovað.

Sum umstøðurnar vóru, heldur hon ikki, at hon kundi havt gjørt nakað øðrvísi.

- Men eg haldi, at framferðin hjá TAKS er rættiliga kensluleys, serliga tá ið kærumyndugleikarnir hava staðfest, at hetta er ikki mín feilur, men at tað er TAKS, sum hevur gjørt eitt mistak, sigur Anna Nattestad.

- Á TAKS eru tey so karvandi við umstøðunum hjá fólki ístaðin fyri at tey ásanna eitt mistak og hava fyrilit fyri umstøðunum hjá fólki, heldur Anna Nattestad.


Anna hevði ikki skyldina


Áki Bertholdsen


- Tað er ikki Anna Nattestad, sum hevur gjørt eitt mistak.

Feilurin liggur hjá TAKS!

Tað er niðurstøðan hjá kommunalu skattakærunevndini í Suðuroy.

Anna Nattestad føldi seg so illa viðfarna av TAKS, at hon gjørdi av at kæra málið um skattarokningina, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðunum.

Kommunala Skattakærunevndin í Suðuroy staðfestir, at tað er ikki Anna Nattestad, sum var orsøkin til mistakið, sum førdi til, at hon fekk barnafrádrátt fyri 2009, hóast hon ikki hevði rætt til tað, tí sonurin var deyður.

Ábyrgdin av hesi villu liggur hjá TAKS, sigur skattakærunevndin.

- Slíkar óhepnar støður hava áður verið viðgjørdar í kæruskipanini, leggur skattakærunevndin afturat.


Sleppur ikki undan

TAKS staðfestir fyri nevndini, at skipanin við barnafrádrátti er ikki sjálvvirkandi ímillum Landsfólkayvirlitið og TAKS.

Men TAKS skrivar listar út frá Landsfólkayvirlitinum dagliga, sum TAKS so gjøgnumgongur og dagførir.

Men tað er so ikki hent í hesum føri og tí fekk Anna Natttestad eina eykarokning.

Kommunala skattakærunevndin staðfestir somuleiðis, at hóast TAKS hevur feilin, slepst ikki undan, at Anna Nattestad hevur goldið ov lítið í skatti fyri 2009 og tí sleppur hon ikki undan rokningini.

Avgerðin varð kærd til Føroya Kærustovn, men har verður eisini staðfest, at Anna Nattestad sleppur ikki undan skattarokningini.

Nevndin sigur, at í sambandi við endaligu álíkningina hevur TAKS víðar heimildir at gera broytingar, tá ið umstøður eru broyttar, ella mistøk eru hend.

Heimildirnar at broyta eru kortini ikki víðari enn so, enn at TAKS í ávísan mun eisini kann verða bundið av upplýsingum, tey hava givið skattaborgarum.

- Men hetta ger seg ikki galdandi í hesum ávísa føri, tí tað kann ikki skjalprógvast, ella gerast sannlíkt, hvat TAKS hevur upplýst í hesum føri.

Hinvegin leggur kærunevndin afturat, at hevur TAKS upplýst, at barnfrádrátturin verður rættaður av sær sjálvum, er tað sera óheppið.

Men tá ið tað ikki kann prógvast, sleppur Anna Nattestad ikki undan rokningini.

Anna Nattestad sigur, at av tí, at hon ikki kann prógva, at TAKS hevur lovað henni, at mistakið varð rættað av sær sjálvum, stendur hon veik í málinum og ger tí helst ikki meiri við tað.

Men læran av hesum er, at tað besta er, at alt samskifti við almennar myndugleikar skal vera skrivligt, tí tá ber altíð til at staðfesta, hvat er farið fram ella ikki.


Kunnu ikki lata fólk sleppa undan at rinda


Áki Bertholdsen


Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at hann er ómetaliga keddur av, at ein skattaborgari er komin í eina støðu, sum Anna Nattestad er komin í.

- Eg skilji væl, at hon er í eini tórførari støðu. Men tíverri er ikki rúm fyri kenslum í skattalógini, sigur hann.

Hann sigur, at tað er skattaborgarin, sum skal ansa eftir, at alt er rætt skrásett.

- Tað er tí vit senda skattaborgarum eina fyribils skattaskrá, har tey skulu kann eftir at alt er rætt skrásett.

Og hann leggur afturat, at hóast TAKS hevur gjørt eitt mistak, er ikki heimild til at lata ein skattaborgara sleppa undan at rinda tann skatt, hann eigur at rinda.

- Gera vit tað, røkja vit ikki okkara uppgávu, sigur stjórin í TAKS.

- Serliga hevði ein sjálvvirkandi skráseting verið hent í eini støðu, sum hesari og eg eri øgiliga keddur av, at tað er komið henni aftur um brekkur.

- Hava vit gjørt eitt mistak, er tað øgiliga keðiligt. Men hóast vit hava gjørt ein skrásetingarligan feil, hava vit ikki heimild til at lata fólk sleppa undan at rinda tann skatt, tey eiga.

Hann leggur afturat, at tey royna alla tíðina at skráseta broytingar, eisini í sambandi við barnafrádrátt og at tað er serstakliga harmiligt, at eitt mistak er hent í hesum føri.

- Sjálvandi hevði tað verið tað besta, at slíkar broytingar vórðu skrásettar av sær sjálvum, men so langt eru vit ikki komin enn.

Eyðun Mørkøre sigur, at tað er altíð best, at samskifti er skriftligt, tí so kann altíð staðfestast, hvør hevur sagt hvat.