Vit ganga á Ráðhúsplássinum, eg og vinkonan. Tá hendir tað, sum bara má henda . . angin av ?en ristet hot-dog? kínir næsarnar, og áðrenn eg veit av, havi eg bitið eitt stórt petti av pylsuni. Sum hon smakkar væl ? av Danmark.
?Men stokkut er gleðin og lagnan ísakøld? tá vinkonan brennir formaningina í meg »Er hatta nú so gott, altso, at tú etur hatta? Ert tú klár yvir, hvat er í einari sovorðnari pylsu? Tú hevði ikki etið hana, um eg segði tað!
Antiklimax!!
Eg royni at umbera meg, meðan hon næstan fornermað eygleiðir, at eg, nú meira í treiskni, sodni pylsuna, hóast hon als ikki gagnast mær longur. Nú skal hon bara meltast og blotna ? ikki njótast. Tað er tað sama hvørja ferð. Um eg ikki eri einsamøll, tá eg syndi, so er alt oyðilagt.
Tíbetur fekk eg ikki varug mein av traumatisku upplivingini á Ráðhúsplássinum. Eg loyvi mær enn, uttan samvitskubit, at eta Fish and Chips á Vaglinum ella drekka sjokolátu við róma í á Konditarínum. Ella, sum herfyri, tá marglæti brast á meg og 9 ára gamla sonin: at sleikja litfagurt lagkøkukrymmil upp úr lógvunum, eftir at vit høvdu etið makrónirnar og turru kleynurnar úr spískamarinum! Vit hugnaðu okkum veldugt og eingin kom til skaða.
Tá er tað eg spyrji: hvat er tað, sum fær fólk at vera so ófólkalig, at tey koma sær at viðmerkja tað, sum eg seti til lívs? Er tað umsorgan fyri korpusi mínum ella øvund yvir, at eg havi dirvi at bjóða lagnuni av? Jú, eg haldi, at tað er deyðsótti, sum ótilvitað verður projiseraður yvir á meg. Hetta merkir, at tey í veruleikanum høvdu ynskt, at tað vóru tey, sum settu tennirnar í wienarbreyðið ella pylsuna. Men stýrd sum tey eru av alskyns dómadagsprofetum og ræðumyndum, les: kostráðgevum og trendsetarum, unna tey sær ikki at frøast um tær søtu síðurnar av tilveruni ? hvørki so ella so. Og uttan at seta orð á tað, eru tað askesa og fráhald, sum dríva verkið, og fær tey at kenna intensitet í veruni. »For man kan jo dø af at leve«, tykist moralan at vera.
Um vit fylgja við í donsku fjølmiðlunum, lesa og hoyra vit dagliga um hugtøk, sum eg enn ikki kenni føroysku heitini fyri, so sum pestisidir, hormonir, vækstfremmere, EU-direktiver, neytaøði, nitrit og nitrat osv. Henda støða hevur ein slíkan ótta við sær, at tað kennist sum at bíta í eitraða súreplið hjá óndu stjúkmammuni, tá gaffulin nærkast munnholuni.
Í Føroyum eru vit ikki so hysterisk hesum viðvíkjandi enn. Okkurt hissini gleps um, hvussu vandamikil maturin er, kemur av og á. Sum herfyri, tá onkur ráddi okkum heldur at eta grasið frá seyðinum enn kjøtið av honum! Men slíkt rínir ikki rættiliga við her heima, Gud havi lov fyri tað. Tí, hvat er tað ikki praktfult at eta. At skaffa, hagreiða, kokkerera, steikja, brúnka og ikki minst servera? Harvið ikki sagt, at maturin ikki kann vera heilsugóður, men eg biði meg undan allari fanatismu, hvat kosti mínum viðvíkir. Um sósin smakkar best við róma, ja, so geri eg hana við róma, og Gud náði tann, sum finst at tí!
Purruterta til sína tíð og stokt riv til sína tíð, og onga viðmerking, takk.