Sambært amerikonsku mátingunum var ísøkið kring Norðpólin 2,6 mió. ferkilometrar minni enn tað minsta, sum tað hevur verið í meðal tey seinastu tíggju árini.
Hinvegin ugga amerikonsku vísindamenninir seg við, at ísøkið hevur verið veksandi síðani seinasta sunnudag, og tá var økið 4,1 mió. ferkilometrar til víddar.
Amerikanski stovnurin, sum heldur eyga við ís- og kavaviðurskiftum, hevur kannað ísin kring Norðpólin síðani 1979. Hesar mátingarnar eru gjørdar við fylgisveini, men vísindin hevur eisini mátingar av ísviðurskiftunum í Alaska og Russlandi tað mesta av farnu øld.
Igor Polyakov, sum starvast á lærda háskúlanum í Alaska, sigur, at tað, vísindin hevur ongantíð sæð nakað, sum líkist tí, sum er hent tey seinastu árini. Eitt nú minkaði ísurin nógv í teimum lýggju 1930-árunum, men minni enn so líka nógv sum nú.
Igor Polyakov vísir á, at í fleiri vikur í summar kundu skip sigla ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina norðan fyri Kanada og Alaska. Soleiðis var eisini norðan fyri Russland, so í fleiri vikur var at kalla ísfrítt millum Atlantshavið og Kyrrahavið - báðar vegir, sigur hann.