Ongantíð so nógvir smuglarar tiknir

Hóast vit bert eru í septemburmánaði, hava tollvaldið og løgreglan longu tikið sama tal av rúsevnismuglarum, sum teir vanliga taka í eitt heilt ár. Harafturat hava stovnarnir eina fatan av, at alsamt fleiri smugla rúsevnini innvortis

Vanliga verða umleið 30 fólk tikin av løgreglu og tollvaldið í samband við smugling av rúsevnum. Vit eru mitt í spetembur, og longu eru teir næstan komnir til hetta tal. Saman við einum vøkstri, sum plagar at vera um jóltíðir kann væntast, at árið í ár setir met viðvíkjandi talið av tiknum fólkum. Hinvegin er ilt at siga nakað um mongdina, tí vanliga koma eini trý kilo av hassji til landið um árið, og í ár hava teir frá tollvaldinum og løgregluni bert lagt hald á umleið eitt og eitt hálvt kilo av hassji.

Tá talan er um mongd er tó langt frá, at árið í ár setir met, tí í 2003 varð næstan lagt hald á 50 kilo. Sambært Kjartani Dam Joensen, yvirtollara, kom ovurhonds stóra mongdin í 2003 av, at tollvaldið í Føroyum tók tveir ymiskar smuglarar, sum hvør í sær høvdu 20 kilo. Men Kjartan Joensen leggur dent á, at talan var um ferðafólk, ið ikki skuldu til Føroyar, men bert vóru her ávegis til Íslands.


Nýggjur hundur

Ein stórur munur á árinum í ár og undanfarin ár, er at tollvaldið í fjør fekk ein nýggjan hund, sum sambært teimum sjálvum hevur effektiviserað arbeiðið í samband við rúsevnir við mørkini sera nógv. Í dag hevur tollvaldið tveir hundar og løgreglan ein. Hetta eru sokallaðir hassjhundar, men teir lukta eisini onnur rúsevni.

- Til dømis var tað ein hundur hjá okkum sum markeraði á bilin hjá eldra manninum, ið var tikin í Íslandi við 20 kilo av hassji fyri kortum, sigur yvirtollarin.

Sambært Kjartani Joensen er hundurin, sum er komin afturat, nakað teir eru sera fegnir um, tí nú kunnu teir dekka eitt nógv størri økið, enn teir fyrr kundu, tá bert tveir hassjhundar vóru í landinum.


Prísvøkstur í Føroyum

Vanliga verður mett, at nógv rúsevnir eru á gøtunum, men sambært útsøgnum hjá løgregluni er annað hvørt útboðið vaksið ella eftirspurningurin minkaður.

- Sum vit skilja á lagnum er, er prísurin farin úr umleið 250 krónum til umleið 350 krónur fyri grammið av hassji. Vit meta sjálvir, at tað ikki er eftirspurningurin, sum er vaksin, men heldur útboðið, sum er minkað, sigur Brynjer Johannesen frá narkopolitinum.

Brynjer Johannesen leggur eisini stóran dent á samstarvið, løgreglan hevur við tollvaldið. Tí flestu rúsevnini vera tikin á flogvøllinum, á farstøðini og á posthúsunum.

- Aftaná rúsevnini eru komin inn til landið er torførari at fáa fatur í teimum, serliga rúsevnini í tablettum eru torfør at finna, tí onki forarbeiði skal gerast, áðrenn tær vera nýttar. Hinvegin er lættari viðvíkjandi kokaini og speed, at longri fyrireikingartíð skal til leggur Brynjer Johannesen afturat.


Broytt smuglimynstur

Seinastu árini er ein stór broyting farin fram í samband við smugling til Føroyar.

- Fyrr var ofta talan um lutfalsliga stórar mongdir. Í dag er tað sum oftast talan um rættiliga smáar mongdir, hvør einstakur hevur uppi á sær, sigur yvirtollarin.

Orsøkin kann vera, at tað er torførari hjá hundinum at finna fram til smáu mongdirnar, og tí vilja fólk heldur royna henda møguleika. Men tað kann eisini hava nakað at siga, at revsingin fyri smáar mongdir – til egna nýtslu – er nógv linari enn revsingin, um smuglingin verður gjørd við sølu fyri eygað.

Frá tollvaldinum siga teir eisini, at tey flestu, ið vera tikin eru búsitandi í Føroyum, og tí kenna teir fleiri aftur. Harafturat metir Kjartan Dam Joensen, at ongin árstíð veruliga er høgtíð hjá rúsevnunum. Men frá løgregluni siga teir tað vera ábendingar um, at summarið og seinasti mánaðin eru tíðin, tá flest rúsevnir eru at finna uppi á fólkið, ið koma til landið.

Ein onnur broytin í smuglingini, er at fleiri fólk eru farin at smugla rúsevnir innvortis. Tað vil siga, at rúsevnini verða løgd í okkurt slag av verju, fyri síðani at vera svølgd. Tá náttúran gongur sína gongd fæst so aftur fatur á rúsevnunum.

- Fólk eru farin at smugla rættiliga nógv innvortis. Tað ger rúsevnini torførari hjá okkum at finna. Men vit hava tikið fleiri, sum hundurin hevur markera sterkt við, síðani hava vit koyrt tey í røntgu ella skannara og har funnið rúsevnir inni í fólkum, sum vit ikki hava funnið nakað uppiá.


Álvarligar fylgjur

Tá ið mann smuglar innvortis, er tað vanliga hítir ella »kinderegg«, ið vera nýtt. Í sær sjálvum er tað ikki so vandamikið, men trupulleikin er tá hol kemur á.

- Tað, sum hendur, er at mann fær eina yvirdosis, tað veldst sjálvandi um mongdirnar, men í ringasta føri doyr mann av tí. Sjúkueyðkennini eru tey somu fyri øll rúsevnir, men fylgjurnar valdast altíð mongdirnar. Mest vanligu eyðkennini eru krampar, at fólk gevast at anda, at hjartarútman gerst óreglulig og yvirhiting, sigur Elin Jensen, narkosulækni á Landssjúkrahúsinum.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað ikki bara er vandi fyri fongsulsrevsing, men eisini veruligur deyðsvandi, tá onkur smuglar rúsevnir innvortis.


Sølumynstrið er broytt

Samstundis sum smuglimynstrið er broytt, er sølumynstrið eisini broytt munandi, sambært løgregluni.

- Fyrr hava vit onkuntíð havt fólk aftanfyri alt – sokallaðir bakmenn – sum hava vunnið nógvan pening við at innflyta nógv hassj, soleiðis fata vit tað ikki at vera í dag. Heldur er talan um, at onkur hevur verið uttanlands, og har hevur keypt nøkur gramm, sum tey síðani selja í einum umhvørvið tey finna passandi, sigur Brynjer Johannesen frá narkopolitinum.

So talan er ikki um skipaðan kriminalitet, sum onkuntíð fyrr hevur verið, men heldur smáseljarar, ið vinna pening til sína egnu nýtslu av rúsevnum. Tað er sama fatan sum tollvaldið hevur.

- Grundin til at fólk halda tað vera so nógv rúsevnir, er at vit sjálvandi ikki fanga øll, og tí kann tað henda, at til dømis eini 20 gramm av hassji koma í umfar eitt vikuskifti og tað er nakað, fólk leggja til merkis, men tað merkir bara, at onkur einstakur er komin ígjøgnum, sigur Brynjer Johannesen, narkopolitistur.

Bæði frá tollvaldinum og løgregluni fortelja teir, at mongdin av rúsevnum ikki er vaksin seinastu árini, men heldur eru sterkaru rúsevnini, so sum amfetamin og kokain – saman við tablettum – vorðin meira vanlig enn tey fyrr hava verið.