Verjarnir hjá teimum, sum vóru dømd fyri ærumeiðing í Føroya Rætti, hava í dag sett teimum nakrar uppfylgjandi spurningar, nú Eystari Landsrættur er farin undir at viðgera kæruna av dóminum í Føroya Rætti.
Verjin hjá kringvarpsfólkunum, Ole Liedke, hevur lagt sær eina við at spyrja tey, um tey nakrantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert. Tað noktað tey øll fyri.
- Eg havi ongantíð sett spurnartekin við niðurstøðuna hjá fútanum, um at eingin kann ákærast í málinum, svaraði Jan Lamhauge, meðan bæði hann og Liljan Weihe noktaðu fyri nakrantíð at hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert.
Christian F. Andreasen, sakførari hjá Jørgeni Niclasen helt tó, at tey fóru nakað lætt um sannleikan. Tó at tey ikki høvdu sagt, at Jørgen Niclasen hevði gjørt nakað revsivert, so vísti hann á, at Jan Lamhauge bæði hevði lagt Jørgen Niclasen undir ikki at halda lógina, umframt at hava volt landskassanum tap.
-