Hóast nærum um níggju ár sum landsstýrismaður í fýra ymsum landsstýrissamgongum, so hevur Jørgen Niclasen ongantíð sitið alt valskeiðið sum landsstýrismaður. Ivasamt er, um hann megnar tað hesaferð.
Fyrstu ferð Jørgen Niclasen gjørdist landsstýrismaður var 14. desember í 1998. Tá tók hann við eftir John Petersen, sum mátti gevast í politikki eftir at verða dømdur í fongsul fyri neyðtøku. Tað var í fullveldissamgonguni millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Jørgen Niclasen helt fram eftir valið í 2002, men 14. januar í 2003 fall hann sum landsstýrismaður, tá eitt misálitisuppskot varð reist ímóti honum. Málið snúði seg um eina niðurstøðu hjá kanningarstjóra, sum staðfesti, at hann ikki hevði fyrisitið reglurnar um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum á lógligan hátt.
Hann vildi ikki siga seg frá sjálvur. Men tá Tjóðveldisflokkurin undir viðgerðini av misálitisuppskotinum í tinginum boðaði frá, at flokkurin tók undir við misalitisuppskotinum frá andstøðuni, trekti Jørgen Niclasen seg sum landsstýrismaður.
Annað skeiðið hjá Jørgen Niclasen sum landsstýrismaður var, tá seinna ABC samgongan varð skipað 26. septeber í 2008. Tað var eftir at Jóannes Eidesgaard hevði sagt upp samstarvið um CHE samgonguna. Jóannes Eidesgaar var løgmaður – men tá nýggja ABC samgongan varð skipað, avráddu teir tríggir, Jóannes Eidesgaard, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen, at Kaj Leo Johannesen skuldi verða løgmaður. Tað sigst, at Jørgen Niclasen var arkitekturin aftan fyri hesa avgerð – sum harvið gav Kaj Leo Johannesen møguleikan at skipa borgarligu samgonguna eftir valið í 2011 – tí hann sum sitandi løgmaður sat við samráðingarinitiativinium.
Men Jørgen Niclasen sat heldur ikki sum landsstýrismaður alt hetta valskeiðið. Tann 19. januar í 2011 kom púra óvæntað ein fráboðan frá honum um, at hann legði frá sær sum uttanríkisráðharri.
Sagt varð, et hetta var sum liður í at minka um landsstýrismannigina – og Jacob Vestergaard tók við ábyrgdini av uttanríkisráðnum umframt fiskimálaráðnum, sum hann umsat frammanundan.
Onnur rokada í Fólkaflokkinum hendan dagin var, at Anfinn Kallsberg, sum hevði sitið á tingi síðani 1980 legði frá sær sum løgmtingsmaður og lat mandatið til Bjarna Djurholm, ið ikki varð valdur tingmaður hetta valskeiðið. Harvið gjørdist Bjarni Djurholm fastur løgtingsmaður restina av valskeiðinum.
Hvørki Kaj Leo Johannesen, løgmaður ella Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum vistu um ætlanina hjá Fólkaflokkinum og Jørgen Niclasen um, at Jørgen Niclasen skuldi leggja frá sær og Jacob Vestergaard skuldi umsita tvey málsøki. Jóannes Eidesgaard segði, at Fólkaflokurin spældi sjónleik.
– Tað er tann beri sjónleikur, tá Jørgen Niclasen leggur frá sær. Tað ber ikki til at hoyggja runt við aðalráðum upp á hendan mátan, segði Jóannes Eidesgaard hendan 19. januar í 2011.
Jørgen Niclasen hevur sitið í landsstýrinum:
Frá 14. desember í 1998 til 14. januar í 2003 (tvær ymsar samgongur við Anfinn Kallsberg sum løgmanni)
Frá 26. september í 2008 til 19. januar í 2011 (Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður)
Frá 14. november í 2011 (Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður)
Les eisini: Lagnudagur hjá Jørgen Niclasen
Les eisini: Løgmaður: Fýra møguleikar fyri framman
Les eisini: Johan Dahl: Eg eri rætt endurgivin
Les eisini: Løgmaður: Kann ikki góðtaka meiri rumbul