Ongar spælireglur

Eg havi fingið ein nýggjan vin. Hann veit bara ikki av tí enn. Mugison var so sera fittur og líkatil, at ein kundi ikki annað enn at elska hann. Framførslan hjá Mugison bar brá av, at alt ber til. Tónleikararnir vóru lógleysingar á pallinum, og hetta var ein feit og øðrvísi konsert.

G!Festival
 
Mugison hevði ein trummuleikara og ein bassleikara afturat sær á pallinum. Vanliga hevur hann eina teldu við sær. Hesa nýtur hann til alskyns rútmur, sum fylla væl út í tónleikinum. Men í gjár brendi teldan hjá honum saman, og tískil bleiv tónleikurin Less pussy-stuff, more rock n´ roll.
Teir stóðu fyri eini megnar framførslu, sum prógvaði at tónleikur ikki noyðist at vera kroystur inn í nakrar spælireglur. Mugison skrivar ymiskan tónleik  okkurt var blueskent, okkurt var rokkkent, okkurt var punkkent og okkurt var singer/songwriter-kent.
Teir góvu sær góðar stundir á palli. Mugison prátaði óført, og greiddi okkum frá hvat ið fyrifórst. Millum løgini var nógvur óskipaður gangur á pallinum. Onkur klimpraði alla tíð uppá okkurt ljóðføri, og hetta tóktist eitt sindur løgi at byrja við, men skjótt skilti tú, at hetta bara var ein partur av tí róliga hýrinum hjá bólkinum.
 
Daman slapp eisini uppí part
Mugison royndi eisini at fáa áhoyrararnar við í framførsluna. Einaferð bað hann ein føroying um at koma uppá pallin, at syngja okkurt fólkakært fyri føroyingunum. Føroyingurin treiv í tvinni løg hjá Páll Finnur Páll, men hetta riggaði ikki heilt. Eina aðru ferð ringdi hann til sína damu, sum er stødd í Íslandi, og bað fólkið heilsa uppá hana. Hetta var heilt stuttligt.
Tað er júst hesin róligi hýrur, sum gjørdi konsertina so góða og øðrvísi. Tað var ein frígerandi kensla, at konsertin ikki var so tilevnað og tøtt.
Fyri mítt viðkomandi, vóru tvey løg serliga góð. Tað fyrra Jesus is a good name to mone, var eitt feitt vælsvingandi lag, meðan tað síðsta lagið, sum snýr seg um gott vinalag, var ein serstakliga vøkur balada.
Hóast alt kendist óskipað og ófyrireikað, so spældi Mugisin & Co. eina feita konsert.