Ongi egg til páskirnar

Tað rullar ikki umborð á farmaskipunum, sum eru á veg til Føroya við farmi. Tey hava nevniliga ongi egg í lastini hesa vikuna, og orsøkin er verkfallið á donsku høsnagørðunum. Farmaskipini sum eru á veg til Føroya við farmi úr Danmark, hava ongi egg í lastini hesaferð. Orsøkin er verkfall á donskum høsnagørðum, har pakkikonurnar løgdu arbeiðið niður í síðstu viku.

So tey sum høvdu ætlað sær at rulla páskaregg við børnunum í ár skulu skunda sær. Einastu eggini, sum verða at fáa í føroysku matvøruhandlunum í páskavikuni verða tey føroysku av Velbastað.

Vanliga bíleggja matvøruhandlarnir eyka nøgdir av eggum til páskir, og soleiðis var eisini í ár.

Stjórin á Keypssamtøkuni, Ib Olsen, sigur við Portalin, at tey hava bílagt øll eggini av eggvirkinum á Velbastað, men at hetta bert nøktar tørvin á eggum í ein dag ella tveir.

- Vit høvdu bílagt tríggjar ferðir vanligu nøgdina av eggum, so vit verða helst í uppisetri við eggum longu mánadagin, sigur Ib Olsen við Portalin.

Í Miklagarði iðra tey seg um, at tey ikki bíløgdu størri mongdir av eggum í fyrru viku, tí longu tá var vandi fyri verkfalli á donskum høsnagørðum.

Fyristøðumaðurin í Miklagarði, Kim Nielsen, sigur, at tey kortini vóna at selja nógva páskavøru í páskavikuni, tí nú hava páskaregg og páskapynt staðið á hillunum í meira enn ein mánað, og pláss skal vera fyri jólavørunum eftir páskir.