Seinnapartin í dag er níggjunda umfar í Effo-deildini. Fyrsta bríksl verður í øllum fimm dystunum klokkan 15, og knappliga tveir tímar seinni fer støðutalvan at vísa, hvussu tað hevur hilnast í fyrsta triðingi av kappingini.
Longu undan, at øll liðini hava spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum, er tað greitt, at øll liðini hava tapt í hvussu so er einaferð.
Inntil hósdagin vóru bæði HB og Víkingur ósigrað. Víkingur tapti 2-0 á heimavølli ímóti KÍ, og HB tapti 3-2 í grannauppgerðini ímóti B36.
Tvey lið bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tey eru B68 og AB, sum undan níggjunda umfari eru undir niðurflytingarstrikuni.
Tað er merkisvert, at allir dystirnir í dag verða spældir eystanfyri Sundalagið – ein í Klaksvík og fýra í Eysturoy.
KÍ-B68: Petur Reinert kl. 15.00
ÍF-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ-AB: Lars Müller kl. 15.00
Skála-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan undan níggjunda umfari
B36 17
HB 17
Víkingur 15
KÍ 14
NSÍ 12
ÍF 11
TB 8
Skála 6
AB 5
B68 3