Uni Wardum, sum dømir hondbólt í bestu deildini hjá monnum og kvinnum, hevur meiðslað sær knæið so illa, at hann ikki kann døma í eini møguligari FM finalu saman við beiggja sínum Hannis Wardum.
- Eg spældi innandurafótbólt og meiðslaði mær knæið, tí gólvið var vátt, sigur Uni Wardum.
Uni og Hannis Wardum hava verið millum drúgvastu dómarapørini í føroyskum hondbólti hetta kappingarárið. Hetta kemur eisini illa við, tí tað longu nú er trot á royndum dómarum í føroysku kappingini.
FM finalurnar eru saman við steypafinalunum størstu avbjóðingarnar, sum eitt dómarapar kann fáa í heimligu kappingini.
- Tað er tað, sum er so keðiligt. Finalurnar eru tær bestu at døma, sigur Uni Wardum.
FM finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum vera í komandi viku.