Ongin frí rúsdrekkasøla undir hesi samgonguni

– Ongar ætlanir eru um at avtaka Rúsuna, staðfestir Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn

Tað verður ikki í hesi samgonguni, at vit fáa fría rúsdrekkasølu í Føroyum. 

 

Tað staðfestir Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum eisini er í samgonguni

Í gjárkvøldið skipaði ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum fyri fundi um rúsdrekkapolitikkin.

 

Á tí fundinum vóru eisini umboð fyri Framsókn, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Fólkaflokkin og í tí sambandi upplýstu fyrireikararnir, at eisini hinir flokkarnir vórðu bjóðaðir við, men at teir høvdu givið avboð.

 

Og á fundinum varð Ruth Vang spurd um núverandi samgonga hevur nakrar ætlanir um at broyta rúsdrekkalógina so at vit fáa fría rúsdrekkasølu í Føroyum, ella í hvussu so er, partvís.

 

Framsókn hevur nevniliga áður lagt uppskot fyri Løgtingið um at vanligir handlar skuldu sleppa at selja øl ella vín.

 

Tað var í undanfarnu samgongu, tá ið Framsókn var í andstøðu, men tá vóru tað bara teir báðir tinglimirnir hjá Framsókn, sum atkvøddu fyri.

 

Men eftirsum Framsókn nú er í samgongu, og enntá hevur landsstýrismannin í vinnumálum, varð Ruth Vang spurd um ætlanin um at broyta rúsdrekkalógina, er tikin framaftur.

 

Men tað er hon ikki.

Ruth Vang staðfestir, at rúsdrekkalógin er ikki nevnd í samgonguskjalinum og at tað ikki er ein partur av arbeiðsætlanini hjá samgonguni.

 

– Tað man helst vera tí, at undirtøka er ikki fyri at gera broytingar, staðfesti hon.

 

Í Sosialinum, sum kemur nú seinnapartin, hava vit meiri um sama evni, og har heldur Pál Weihe, fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum, at tað er neyðugt at Rúsan verður nútímansgjørd.