Ongin orsøk at fegnast

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur ikki, at tað er nakað at fegnast um, at føroyingar eru farnir at drekka veikt vín ístaðin fyri sterkt brennivín

- Vit hava sett okkum sum mát, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum skal haldast undir sjey litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying.

Tað staðfestir Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Tí heldur ikki, at tað ber til at vísa á nakra ávísa gongd í drekkivanunum í Føroyum, fyri tað, sum vit longur niðri her á in.fo kunnu vísa á, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum vaks 0,2 litrar fyri hvønn føroying í fjør, aftur ímóti í 2011.

- Nýtslan í fjør var 6,6 litrar fyri hvønn føroying og tað er væl undir 7 litrar, staðfestir Pál Weihe.

 At nýtslan er vaksin 0,2 litrar, vil hann ikki leggja nakran serligan týdning í.

- Talan er um so smá tøl, at tað kann ganga báðar vegir, sigur hann.

Hann vil heldur ikki leggja nakran serligan týdning í, at nýtslan av brennivíni er minkað og at nýtslan av øli og víni er vaksin.

- Tað er sama mynstur, sum aðrastaðni, sigur Pál Weihe.

Men hann heldur, at hetta er ein gongd, hann onga støðu hevur til.

- Grundleggjandi er tað okkara fatan í Fólkaheilsuráðnum, at alkohol er alkohol, sama um talan er um brennivín, øl ella vín.

- Tí er ikki sagt, at tað er ein heilsugóð gongd, at nýtslan av víni veksur, tí tað, sum hevur týdning fyri okkum, er, hvussu stór nýtslan av rúsdrekka er tilsamans.

- Ein vandi við at nýtslan verður flutt yvir á vín, kann hinvegin vera at rúsdrekka verður ein partur av gerandisnýtsluni, akkurát sum í suðurlondum, har vín summastaðni ikki verður mett sum alkohol í vanligari mannahugsan.  

Nú sigur Rúsan, at vøksturin í nýtsluni stendst ikki so nógv av, at Rúsan hevur selt meir. Høvuðsorsøkin til vøksturin er, at sølan hjá bryggjaríunum er munandi økt, er, at sølan hjá bryggjaríðnum er munandi vaksin.

Sjálv hevur Rúsan bara selt 117 litrar fleiri av reinum alkoholi í fjør, enn hon seldi í 2011.

Men sølustøðini hjá bryggjaríunum hava selt heilar 5039 litrar av reinum alkoholi meiri í fjør, enn tey seldu í 2011.

Men tað kann eisini staðfestast, at tað sterka ølið, yvir 5,8 prosent, verður bara selt í Rúsuni og sølan av tí er ikki økt.

Pál Weihe sigur, at Fólkaheilsuráðið hevur leingi havt tað tilmæli, at øll søla av rúsdrekka, víni og øli, skal vera á Rúsuni.

- Bryggjaríini hava fingið sær rættiliga nógvar sølubúðir kring landið og tað er ein sannroynd at tað hevur gjørt tað lættari at fáa fatur á alkoholi. Vit eru eisini sannførd um, at lættari atkomuligt, rúsdrekka er, meiri verður drukkið.

Sum eitt lið í at tálma nýtsluni hava vit tí mælt til, at tað er Rúsan, sum skal hava alla søluna um hendi, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. 

- Hava vit fría rúsdrekkasølu, dugi eg ikki síggja nakað, sum talar ímóti, at vit fáa somu nýtslu, sum í Danmark og tað halda vit ikki er gagnligt.

Pál Weihe sigur, at í Danmark er nýtslan av reinum alkoholi einar 11,5 litrar fyri hvørt fólkið.

Men hinvegin er tað bara fimm prosent av dønum, sum ikki drekka, men fjórði hvør føroyingur er avhaldsfólk.

So her á landi eru munandi færri, sum býta nýtsluna ímillum sín, enn tað eru danir, sum býta nýtsluna har í millum sín, sigur Pál Weihe.