Eingin skal føla seg hóttan í einum verkfalli. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í kvøld.
Fleiri fakfeløg hava alment funnist at stjóranum í Almannaverkinum, tí hann skal hava hótt limir í Føroya Pedagogfelag, sum eru í lógliga lýstum verkfalli. Somuleiðis hevur verið funnist at Eyðgunn Samuelsen, at hon ikki hevur latið við seg koma, hóast hon er ovasti myndugleiki á økinum.
Men í kvøld sigur hon, at hon hevur kannað umstøðurnar. Í hesum sambandi hevur hon havt fund við Almannaverkið í morgun, og har umrøddu tey skrivið, Almannaverkið sendi starvsfólkinum fríggjadagin um hesi viðurskifti.
– Skrivið vísti á, at vit øll hava eina ábyrgd ikki at fara frá einum øðrum menniskja, sum er hjálparleyst, samstundis sum tað var greitt tilskilað, at Almannaverkið virðir verkfalsrættin, sigur Eyðgunn Samuelsen
Hon sigur, at tað var ongantíð ætlanin at nakar skuldi føla seg hóttan í verkfalli og tað hevur stjórin eisini váttað.
– Eitt verkfall er ein ólukkulig støða hjá okkum øllum, men tað skal eingin ivi vera um, at bæði eg og Almannaverkið virða rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, sigur landsstýriskvinnan.
Samstundis heitir hon inniliga á partarnar at taka samráðingarnar upp aftur alt fyri eitt, so at komast kann burturúr naggatódnini, so at bæði starvsfólk, og okkara veikastu borgarar, aftur kunnu kenna seg trygg.