Tríggjar teier fyrstu ársfjórðingarnar í ár, vaks innflutningurin til Føroya, 255 milliónir krónur.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Sostatt innfluttu vit fyri 4,7 milliardir níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, og tað eru seks prosent meir enn sama tíðarskeið í fjør.
Uppgerðin vísir, at innflutningurin av maskinum og amboðum er vaksin eina helvt, ella 200 milliónir krónur og er nú góðar 600 milliónir í ár.
Hinvegin hava vit innflutt fyri ein fjórðing minni av olju. Tað er ein minking á 160 milliónir krónur og níggju teir fyrstu mánaðirnar innfluttu vit olju fyri 496 milliónir krónur.
Annars hevur byggivinnan innflutt 17 prosent meir av tilfari og tann innflutningurin er 463 milliónir higartil í ár.
Men er innflutningurin til vinnuna nógv vaksin, er tað øðrvísi við innflutningi av vørum til vanliga nýtslu.
Innflutningurin til vanliga nýtslu kom í hæddina í 2007 og hóast innflutningurin er vaksin spakiliga, er prísurin eisini hækkaður, so í nøgd er innflutningur neyvan komin upp aftur á sama stig, sum hann var í 2007, sigur Hagstovan.