Verkfall er, og tað er so langt millum partarnar, at onki røkist fyri einari semju.
Seinasta uppskotið frá semingsmonnunum var ein lønarhækking á 3,20 krónur um árið. Arbeiðarafeløgini siga 8,20 krónur um árið. Sostatt er vandin fyri einum langum verkfalli stórur.
Tað merkir, at vinnan í Føroyum bløðir. Bjarni Djurholm er landsstýrismaður við vinnumálum og skal syrgja fyri, at vinnan í Føroyum hevur best møgulig kor. Hann er eisini landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum og skal síggja til, at arbeiðsmarknaðurin hevur tað gott. Hann sær onga orsøk til, at politiski myndugleikin sparir landinum pening við at leggja út í eitt verkfall.
? Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava nøkur rættindi og nakrar skyldur til at gera sáttamála sínámillum. At vera ósamdir er ein partur av rættindunum og eitt stig fram á leiðini at vinna sær góðar sømdir. Politikarar eiga at halda seg langt burtur, so leingi sum til ber, sigur Bjarni Djurholm.
Hinvegin er eitt mark fyri, hvat landið tolir, sigur hann. Hvar tað markið gongur, dugir hann ikki siga. Men greitt er, at eitt verkfall kostar pengar. Serliga hjá framleiðsluvinnuni, har tíð eru pengar, og avtalur verða forsømdar.
? Vit hava ongar útrokningar fyri, hvat eitt verkfall, ið er so umfatandi sum hetta, kostar. Men tað kostar, tað vita vit. Tað er sjálvandi spell, men tað er ivasamt, um vit kunnu gera nakað, sigur Bjarni Djurholm.
Verkfall er vorðin ein afturvendandi táttur í Føroyum, og tað harmast landsstýrismaðurin um.
? Samanborið við tey lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, so hava vit rættiliga ofta verkfall í Føroyum. Tað er ikki gott. Hvørki fyri vinnuna ella fyri trivnaðin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki á øllum økjum, at verkfall er ofta, so tað kann valdast um, hvørjir persónar samráðast, sigur Bjarni Djurholm.
Sjálvur harmast Bjarni Djurholm um, at tað ikki hjálpti fyri samráðingarnar, at samgongan hevur veitt ein munadyggan skattalætta.
? Eg kann bara staðfesta, at arbeiðarafeløgini ikki halda, at skattalættin lættir stórvegis um hjá teimum. Eftir mínum tykki kundi hann eisini verið størri, tí tað hevði bæði ført til reallønarvøkstur og betri kappingarføri, sigur Bjarni Djurholm.