Tað var helst ein orsøk til at Humble Cry vóru fyrstir á pallinum í dag Teir vóru ikki nøkur stór tónleikalig uppliving, men sóu út til at hugna sær óført, og fáu fólkini á gólvinum sóu út til at hugna sær saman við teimum.
Bólkurin byrjaði rættiliga popput, har teir spældu lovsangir. Eftir nakrar sangir skiftu teir forsangara. Hetta hækkaði framførsluna munandi, tí Meinhard Hansen, koyrdi meira futt í sum heild og framførðslan var meira rokkutt enn frammanundan. Hetta fekk eisini pallmyndina at síggja betur út, tí tær tríggjar bønargenturnar skaptu meira fjølbroytni enn tá teir poppaðu avstað.
Kanska bólkurin ikki er klárur at spæla á einum festivali ella er ætlanin als ikki at teir skulu vera tað, men heldur spæla fyri stuttleikar, tí sjálvt um teir fingu sín kristna boðskap út, sá ikki út til at teir vóru samdir um hvussu boðskapurin skuldi borðreiðast.