Ongland er í stórum vanda

Ensku leikarnir vóru ikki serliga glaðir fyri at skulla leika á graslíkinum á Luznyki Leikvøllinum í Moskva. Og eftir 2-1 tapið ímóti Russlandi var lagið ringt í ensku leguni. Wayne Rooney legði annars onglendingar á odda 1-0 í 28. minutti. Men Roman Pavlyuchenko skoraði tvey mál fyri russar innanfyri 3 minuttir í 2. hálvleiki, og so var dysturin vendur á høvdið eftir bara lítlari løtu. Kroatia hevur 26 stig fyri 10 dystir, Ongland hevur 23 stig fyri 11 dystir, og Russland hevur 21 stig fyri 10 dystir. Russar hava Andorra og Ísrael á útivølli eftir. Vinna russar báðar dystirnar, hevur Ongland ongan møguleika at røkka teimum. Ongland má soleiðis hava hjálp frá Ísrael fyri at kunna røkka EM-endaspælinum.