Tað gjørdist greitt eftir at bæði Ongland og USA vunnu 1-0 í dag á ávíkavist Slovenia og Algeria í dag. Ongland vann fyri løtu síðani 1-0 á Slovenia, við máli frá Tottenham framherjanum, Jermain Defoe. Sigurin merkir, at Ongland fer víðari úr bólkinum sum nummar tvey.
Ongland kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Jermain Defoe var fyrstur á eitt James Milner innlegg. Løtu seinni hevði liðskiparin á enska landsliðnum, Steven Gerrard ein góðan møguleika at økja, men málmaðurin hjá Slovenia bjargaði.
Ongland spældi í løtum góðan fótbólt og skapti fleiri møguleikar. Teir kundu havt verið á odda við fleiri málum. Men í seinna hálvleiki hótti Slovenia fleiri ferðir, men enska verjan stóð sterk.
Í hinum dystinum eydnaðist tað USA at vinna í evstu løtu við máli frá Landon Donovan. Um dysturin hevði enda við javnleiki, so hevði Slovenia komi víðari. Men málið hjá Donovan í evstu løtu sendir USA uppá fyrsta plássi í bólkinum.
USA skal møta nummar tvey í bólki D, meðan Ongland skal møta nummar 1 í bólki D. Liðini í bólki D eru, Týskland, Ghana, Australia og Serbia. Tann bólkurin verður avgjørdur í kvøld.