Ongul í reyv

Hóast teir hava brúkt eitt heilt ár og 200.000 krónur til at fyrireika fiskiferð til Føroya, sleppa svenskir ferðamenn als ikki at kasta undir Føroyum

Teir komu við Norrønu mánamorgunin við níggju smáum bátum, sum teir ætlaðu at sleppa at fiska við undir Føroyum.

Men tað varð sýtt teimum, hóast teir annars hildu seg hava øll loyvi og allar avtalur í pottinum.

So einki er at siga til, at teir eru vónsviknir, hesir sviarnir, sum fyrrapartin í gjár stóðu sum ryssa yvir deyðum fyli í støðni á Argjum.

Tað eru limir í Göteborg Havfiskeklub, sum í eitt ár hava fyrireikað eina ferð til Føroya við tráðu.

Hetta er vanlig mannagongd hjá teimum, soleiðis at ferðast runt at fiska. Teir hava verið víða um í Europa, men ongantíð hava teir verið fyri nøkrum slíkum, sum hesi viðferðini, teir fingu, tá teir komu til Føroya í gjár.

Og teir dylja ikki yvir, at teir eru sera vónsviknir.

Eftir at hava viðgjørt allan reiðskap, soleiðis, sum fyriskipað er, fóru teir mánadagin á Vaktar- og Bjargingartænastuna at siga frá, at teir vóru komnir og annars spyrja seg fyri um streym og onnur viðurskifti. Men fingu tá at vita, at teir als ikki sluppu at fiska, tí einki fiskiloyvi fyrilá.

Tað var sum at fáa vátan vøttin, og sum rímiligt er, gjørdust teir illa við.

Kent Höjmo, er ein teirra, sum við er. Sosialurin hitti hann og Robert Thulin umborð á jollu teirra fyrrapartin í gjár. Teir siga seg ikki hava upplivað slíkt. Og vóna, at talan bert er um eina misskiljing.

»Vit eru lóglýdnir menn, sum als ikki ætla nakað ólógligt. Og tá vit hava fingið at vita, at vit ikki sleppa at fiska, er bnara at fara heimaftur« sigur Kent Höjmo.

Og teir taka tað so bókstaviliga, at teir vildu ikki pakka tráðurnar út, so blaðmaðurin mátti leggja tráðu til fyri at vísa, hvønn reiðskap teir brúka.

Sviarnir siga, at tað er sera hugstoytt at hava brúkt eitt heilt ár og 200.000 krónur at fyrireika slíka ferð, sum skuldi vara í tíggju dagar, bert fyri at fara heim aftur ongul í reyv, tí teir als ikki sluppu at kasta.

Lítið halda teir um, at føroyingar tosa um ferðavinnu, tá hvørki danska ferðamannastovan, teir hava brúkt, ella Ferðaráð Føroya, sum teir eisini hava havt samband við, ikki kundu siga teimum hetta, áðrenn teir komu.

Sleppa teir ikki á flot heilt skjótt, er einki at gera uttan at fara heimaftur við Norrønu fríggjadagin.

»Vit eru komnir her við nøkrum tráðum, og ætla okkum at taka ein fisk av hvørjum slagi, vit fáa.Tann størsta, sjálvandi,« sigur Robert Thulin. »Tað er serliga kalvin, sum lokkar. Men hesin fiskiskapurin oyðir ongan stovn.«

Og Kent Höjmo undrast á viðferðina.

»Vit keypa eisini okkurt her í Føroyum, meðan vit eru her. Alt vit eta. Og um vit sluppu at fiska, keyptu vit eisini fiskireiðskap.«

Ikki ger tað umdømi okkara betri, at søga teirra longu var á Internetinum týsmorgunin. Tað var ein annar limur í felag teirra, sum hevði lagt hana út.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar til málið frá føroyskum myndugleikum, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Runnið varð frá Heródesi til Pilatus, men eingin var at hitta, sum visti um og kundi siga nakað um málið.