Onki 5-stjørnað hotell

Men tvey 4-stjørnað hotell eru í Føroyum, nú tíggju føroysk hotell eru vorðin góðskumett

FERÐAVINNA
 
Nú eru føroysku hotellini komin í sama bát sum hotellini kring Norðanlond. Fríggjarmorgunin fingu tíggju føroysk hotell nýggj stjørnuskelti sambært donsku Horesta góðskuskipanini fyri hotell og ráðstevnuhentleikar.
Bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Grønland brúka hesa góðskuskipan, sum føroyingar nú hava fingið. Áður brúktu føroysku hotellini eina skotska góðskuskipan.
Einki fimmstjørnað hotell er í Føroyum sambært donsku góðskuskipanini. Tey flestu av teimum tíggju hotellunum eru trýstjørnað, meðan tvey eru tveystjørnað, og eitt hotell er eittstjørnað. Tey bæði stóru hotellini í høvuðsstaðnum eru mett at vera fýrastjørnað.
 - Í Føroyum kann mann nú prógva, at tilboð eru til ferðandi, sum eru á hædd við tey tilboð, sum fáast aðrastaðni. Góðskumetingin við stjørnunum hevur styrkt um marknaðarføringina hjá hotellunum, segði Torben Kaas, klassifikatiónsstjóri í Horesta, tá hann handaði hotellunum stjørnurnar.
Miðaltalið fyri føroysku hotellini eru smáar tríggjar stjørnur. Fleiri enn hundrað ymisk viðurskifti skulu vera í lagi, um hotellið skal fáa ávíst tal av stjørnum.
Sambært Horestaskipanini merkja tríggjar stjørnur millum annað, at øll kømur hava ves og bað, umframt sjónvarp, útvarp og skriviborð. Gestirnir hava eisini atgongd til teldu við internetsambandi.
Tað eru Ferðaráð Føroya og Horesta, sum saman við Føroya Gistingarhús- og matstovufelag hava staðið fyri góðskumetingini.
 
--

So góð eru tey:
 
Hotel Norð * * *
Runavíkar Sjómansheim * * *
Hotel Vágar * * *
Hotel Tórshavnar Sjómansheim * * *
Hotel Hafnia * * * *
Hotel Føroyar * * * *
Hotel Bládýpi HORESTA merki (onga stjørnu)
Hotel Bakkin *
Hotel Tvøroyri * *
Hotel Øravík * * *