VB-Neistin 22-29 (11-16):
VB og Neistin kempa um at fáa eina finalusessin um FM, móti Stjørnuni, og Neistin tóku eitt risafet nærri hesum veruleika í gjárkvøldið, tá tær vunnu í Vági móti júst VB.
Góð byrjan hjá gestunum
Neistin byrjaði sera væl, og sambært Ásu á Neystabø, fingu tær verjuna at virka til fulnar.
- Vit løgdu okkum á odda heili 6-2, og í veruleikanum komu VB ongantíð nærri. Vit snøgt sagt runnu frá teimum, sigur Ása á Neystabø, og leggur afturat, at av tí, at verjan stóð so stinn, fingu tær runnið kontra nærum ótarnaðar.
Tættist í oddinum
Við sigrinum løgdu Neistakvinnurnar seg uppá 16 stig, bert tvey aftanfyri VB, sum í løtuni liggur til at hava finalusessin móti Stjørnuni.
VB man tó enn roknast til at vera favorittur, til at vinna sær sæti í ársins FM-finalu, um man hyggur eftir, hvørjar dystir, liðini hava eftir.
Bæði liðini hava fimm dystir eftir.
Fakta um dystin:
10 min. : 4-7
20 min. : 9-13
40 min. : 14-23
50 min. : 18-26
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 10 (5), Christina Holm 4, Bára K. Mortensen 3, Monika Samuelsen 2, Theresa Joensen 1, Miriam Michelsen 1.
Neistin: Nicoleta R. Hansen 7, Unn J. Kragesteen 7, Ása á Neystabø 5, Anja Heinadóttir 3, Rakul Magnussen 2, Rakul Augustinussen 2 (2), Elin Holm 1, Helena á Krákusteini 1, Elin Staksund 1.
Brotskøst: VB 6, Neistin 2
Útvísingar: VB 0, Neistin 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Birgir Sondum