GREINING: Bardagin um at gera eina nýggja fiskivinnuskipan er komin so langt nú, at endligar avgerðir skul.u takast.
Samgongan hevur slept ætlanunum um at fáa eina breiða samgongu og stríðist í løtuni við at fáa eina innanhýsis semju í samgonguni.
Eftir fundirnar á Seglhúsloftinum eru fleiri mál komin uppá pláss, men enn eru mál eftir, sum ikki er eydnast at finna semju um.
Samráðingarfólkini siga, at út á hósnáttina vóru tey komin nær at einari semju, men tá ið tey fóru til songar vóru trý mál enn opin.
Fyri at finna eina leið frameftir avtalaðu floksformennirnir, at teir skuldu siga hvør øðrum, hvussu langt hvør einstakur flokkur er sinnaður at fara í teimum málum, sum eftir eru at semjast um.
Í Javnaðarflokkinum fekk formaðurin, Aksel V. Johannsen, frá sínum tingfólkum at vita, hvussu langt tey eru sinnaði at fara – ella sagt á ein annan háatt, hvørjum tey kunnu liva við.
Sum flestu kunnugt, so hava tingmennirnir báðir í Suðuroy, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, havt síni fyrivarnir, bæði tá ið tað snýr seg um uppboðssølu av rættindum og av anti-trust uppskotinum. Eisini eru teir ivassamir í spurninginum um uppboðssølu av veiddum fiski.
Tjóðveldi er sinnað at fara longur eins og Framsókn, men fyri at tryggja fullan uppbakning í samgonguni til eitt uppskot, er neyðugt, at teir báðir suðuroyartingmennirnir taka undir við uppskotinum.
Júst har er stríðið nú.
Tað kann tykjast løgið, at samgognan ikki fyrr enn nú roynir at finna eina semju, eftir at hon í longri tíð samráddst við Sambandsflokkin um eina nýskipan.
Nú er veruleikin, at sjálvt innanhýsis kunnu tey ikki semjast.
Í gjár og í dag hevur verið tosað nógv um upplýsingar um, at ein avgerð skal takast nú. Uttan mun til hvat verður sagt, so gongur klokkan og ein endalig avgerð skal takst.
Onkur má geva seg í samráðingunum, skal eitt uppskot koma burturúr drúgvu tilgongdini.
Spurningurin er um felagsnevnarin fyri eini semju eru tingmennirnir hjá Javnaðflokkinum á Tvøroyri – ella um tað tað eru byltinganar ímillum onnur fólk eisini.
Eitt annað, sum vit mangla svar uppá er, um Javnaðarflokkurin kann flyta seg meira enn hann hevur gjørt í tí skrivi Aksel V. Johannesen hevur snet til hinar floksformennirnar.
Hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum greitt fingið at vita frá sínum monnum á Tvøroyri, at tei undir ongum umstøðum fara longur enn teir hava boðað løgmanni frá?
Er tað endaligt, so má onkur annar boyggja seg, skal ein semja finnast.