OPEC leggur krígsætlan

Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, fer hesa vikuna at leggja eina ætlan um, hvat gerast skal, leypa amerikanarar og bretar á Irak.
Málið við fundinum er at sannføra heimin um, at nóg mikið av olju verður á altjóða marknaðinum, sjálvt um kríggj skuldi brostið á. Eitt annað endamál við fundinum er at forða fyri, at oljuprísurin fer ov langt upp. Undir Flógvakrígnum í 1991 kom oljuprísurin upp í 41 dollarar fyri tunnuna, men hesaferð ætlar OPEC ikki, at hann skal koma so langt upp.
Tað drúgva verkfallið í Venesuela herfyri hevur longu órógvað altjóða oljumarknaðin, og tað hevur noytt onnur lond at økja sína framleiðslu. Eitt nú er framleiðslan í Saudiarabia so stór, sum hon næstan ongantíð hevur verið fyrr. USA hevur biðið Saudiarabia framleiða meiri olju fyri at nøkta tørvin og fyri at halda prísinum niðri, og hesum hava saudiarabar játtað.