Opel Vivaro - nýggj generatión av vørubilum frá Opel

Samstarvið millum Opel og Renault innan vøruvognar hevur nú fleiri ár á bakið, men fyrst nú síggja vit bilarnar her um okkara leiðir. Fyrst vóru tað Opel Movano og Renault Master, ið teir samstarvaðu um. Nú komu so Opel Vivaro og Renault Trafic eisini á marknaðin


Opel Vivaro verða saman við Renault Trafic framleiddir á eini fyrrverandi Vauxhall bilverksmiðju í Luton í Onglandi. Henda verkætlan er ivaleyst ein størri nýggjheit hjá Opel enn hjá Renault, sum hava havt vøruvognar í síni vøruskrá í mong ár. Opel hava ikki havt størri vøruvognar síðan Opel Blitz, sum vit minnast frá fimmti og sekstiárunum.
Fleiri dieselmotorar
Hetta samstarvið gevur eisini Opel atgongd til teir framkomnu turbodiesel motorarnar hjá Renault við beinleiðis commonrail innspræning. Vivaro fæst við dieselmotorum við 82 og 100 hk. Eisini kemur ein 2.0 litur bensinmotori við 120 hk. og ein 2.5 litur turbodiesel við 133 hk.
Eykaútgerð sum í Omega
Nógv er gjørt burturúr trygdini á Opel Vivaro, ið hevur skivubremsur við øll fýra hjólini, ABS bremsuskipan við bremsukraftdeilara til bakhjólini, airbag til bilføraran og møguleika til airbag til síðumannin. Vivaro kann leverast við somu eykaútgerð sum Opel Omega. Bilurin verður gjørdur við tveimum aksulfrástøðum, har 40 cm eru á muni millum longra og styttra modellið.
Sum minibussur
Tað at Vivaro eisini fæst sum minibussur, merkist á koyrieginleikunum. Bilurin er sum ein persónbiliur at koyra, samstundis sum hann ber lastina væl. Setrini eru góð at sita, eisini á longri túrum. Girstongin, ið er í niðara parti av instrumentborðinum, ger sítt til at bilurin er so lættur at handfara. Sum vørubilur lastar hann 1,2 tons.


Opel Vivaro 1.9 DTI

Motorurin:4 syl. 1.9 DTI turbodiesel og 100 hk
v. commonrail innspræning

Oljunýtsla:13.5 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd:205/65-16

Stødd og vekt (styttra modellið):
Longd478,2 cm
Breidd190,4 cm
Hædd195,9 cm
Eginvekt1900 kg
Lastar1200 kg
Kassin5.3 rúmmetrar

Prísur:kr. 205.000,-


Søluumboð:P/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400