Opið bræv til Høgna Hoydal landsstýrismann um sjómansprest í Hull

   

14. september 2003 er Høgni Hoydal, landsstýrismaður við kirkjumálum, saman við løgtingsins mentamálanevnd boðin til hátíðarhald á Glyvrum í sambandi við føroyskan sjómansprest í Hull.
Her er talan um fyrsta prestaembætið í Føroya kirkjusøgu, ið er goldið og rikið við føroyskum skatta-peningi.
Orsøkin til hetta opna brævið er at staðfesta, at Føroya Løgting er ført »bak ljósið« av Mentamálaráðnum, tí einki samsvar er ímillum »notat um føroyskt sjómansprestastarv« úr Mentamálaráðnum, sum varð til løgtingsmál 1-6/2001, og »samarbejdsaftale og regulativ«, sum føroyski sjómanspresturin í Hull skal virka undir og eftir.
17. apríl 2002 staðfestir (máltal 54101/6-1/011928/ 18-/KSJ) landsstýrismaðurin við mentamálum ynski hjá føroysku sjómanskirkjuni við Jógvani Fríðrikssyni, formanni, at føroyingar sjálvir gjalda fyri ein føroyskan sjómansprest og sjálvir gera av, hvør verður settur í starvið.
Víðari í sama skrivi verður sagt frá, at Føroya Løgting á eykaløgtingsfíggjar-lóg nr. 44 frá 26. mars 2002 hevur játtað 500.000 kr. til Føroysku Sjómanskirkjuna, at tað nú er møguligt at løna einum føroyskum sjómanspresti, so nú kann føroyska sjómanskirkjan gera avtalu við donsku sjómanskirkjuna um øll viðkomandi mál.

Mentamálaráðið og Føroya Løgting
Tað er vánaligt umsitingarligt og politiskt arbeiði í Mentamálaráðnum at fara á Løgtingsskrivstovuna við einum máli, sum er so illa lýst og fyrireikað, sum løgingsmál 1-6/2001 er.
Ørkymlandi er, at Føroya Løgting hevur játtað pening til eitt endamál, ið tað ikki veit innihaldið av.

Avtalan góðkend av Mentamálaráðnum
Í skrivi, dagfest 16. juli 2002, verður boðað Jógvani Fríðrikssyni, formanni í Føroysku Sjómanskirkjuni, frá, at landsstýrismaðurin við mentamálum hevur góðkent samstarvsavtaluna millum Føroysku Sjómans-kirkjuna og Donsku Sjómanskirkjuna, og er nú klárt at lýsa eftir sjómanspresti til Hull.
Góðkenningin er ikki undirskrivað av landsstýris-manninum. Ei heldur av aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, men av einum skrivara fyri fulltrúan í kirkjumálum.
Tí kann ein spyrja: Hevur landsstýrismaðurin sæð samstarvsavtaluna? Tí samstarvsavtalan er send úr prestagarðinum á Gjaranesi 15. juli 2002, har Jógvan Fríðriksson purrar undir skjóta avgerð ? og er longu dagin eftir, 16. juli 2002, góðkend av Mentamálaráðnum.

Avtalan
»Samarbejdsaftale mellem Færøsk Sømandskirke og Dansk sømandskirke vedrørende ansættelse af sømandspræst i Hull, England« og »Regulativ for arbejdet som sømandspræst i Hull« eru her prentað í fullum orðaljóði (sí avrit).

Hvat hevur Føroya Løgting, tá av tornar, játtað pening til:
Ískoyti, áljóðandi 500.000 kr. um árið, til Donsku Sjómanskirkjuna.
Allur avgerðarrættur í sambandi við setan av sjómanspresti í Hull er lagdur í hendurnar á donskum kirkjumyndugleika í Kjøpinhavn.
Sjómanspresturin í Hull kann hissini nýta 20% av síni arbeiðstíð til føroyingar í Bretlandi.
Hvønn sunnudag hevur sjómanspresturin í Hull skyldu til at prædika á donskum.
Hetta er so tað, sum skal hátíðarhaldast í Glyvra kirkju og við døgurðan á Runavíkar Sjómansheimi aftaná.
Til borðhaldið verða boðin í minsta lagi 150 fólk við landsstýrismanninum í kirkjumálum og umboðum fyri Mentamálanevnd Løgtingsins á odda.
Íroknað ferðing fyri nógvar luttakarar langvegis frá, er hetta ikki bíligt.